Kvinnurnar spæla í morgin í Lettlandi

Fyrri av tveimum dystum hjá kvinnulandsliðnum í Baltic Cup 2024 verður í morgin, hósdagin klokkan 17:00, tá Lettland tekur ímóti á LNK Sport Park í Riga. Dysturin verður ætlandi stroymdur á heimasíðuni hjá FSF

FSF/Hans Erik Danielsen
24. oktober 2024 kl. 12:45

Seint seinnapartin mánadagin kom føroyska A-landsliðið við kvinnum til Riga í Lettlandi, har Baltic Cup 2024 er á skránni í hesum døgum.

Umframt Føroyar og Lettland, eru Estland og Litava eisini við í kappingini, sum verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani einari finalu og dystinum um triðja plássið.

– Fyrst og fremst gleða vit gleða okkum til at møta Lettlandi, og vónandi fáa vit tveir góðar og væl spældar dystir burturúr hesari kappingini, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyar spæla fyrra dystin í morgin, hósdagin klokkan 17:00, tá Lettland tekur ímóti á LNK Sport Park í lettlendska høvuðsstaðnum, Riga. Fyrr á degnum møtast Estland og Litava.

Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld sunnudagin.

Myndir frá venjing í Lettlandi

https://www.fsf.fo/leggja-fyri-imoti-lettlandi/