Kvinnurnar skulu hava nýggjan venjara

Eftir gott hálvtannað ár í sessinum, eru FSF og Signe Pries Andersen vorðin samd um, at sáttmálin, sum gongur út við árslok, ikki verður longdur

Signe Pries Andersen og FSF eru vorðin samd um, at sáttmálin, sum gongur út við árslok, verður ikki longdur - Mynd: www.FSF.fo
FSF/Hans Erik Danielsen
31. oktober 2024 kl. 17:41

Kvinnulandsliðið í fótbólti skal hava nýggjan venjara. Tað skrivar FSF í kvøld:

– Hetta hevur verið ein ótruliga spennandi og mennandi tíð, sum eg havi verið sera glað fyri. Men nú er tíðin komin at royna okkurt annað, og eg vil ynskja FSF, kvinnulandsliðnum, føroyskum fótbólti, og øllum teimum mongu fryntligu fólkunum, sum eg havi møtt hesa tíðina, eg havi verið í Føroyum, alt tað besta.

Tað sigur Signe Pries Andersen, nú fyrrverandi venjari hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum.

Tað var í mars mánað í fjør, at Fótbóltssamband Føroya kunngjørdi, at kvinnulandsliðið hevði fingið nýggjan venjara. Talan var um Signe Pries Andersen, ið hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari í donskum fótbólti.

Men nú er greitt, at sáttmálin við Signe Pries Andersen, sum gongur út á nýggjárinum, ikki verður longdur, og føroyska kvinnulandslið skal tískil hava nýggjan venjara.

– Vit hava verið væl nøgd við tað arbeiði, sum Signe Pries Andersen hevur lagt í uppgávuna at virka sum føroyskur landsliðsvenjari, umframt ymiskt annað, ið hon hevur staðið fyri. Men nú skiljast vit í sátt og semju, og vilja ynskja henni alt tað besta framyvir, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Arbeiðið, at finna og seta nýggjan landsliðsvenjara til kvinnurnar fer í gongd beinanveg, og vónandi er ein loysn funnin áðrenn februar mánað komandi ár, tá næstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum er á skránni.