Kvinnurnar ráða í B36

Á aðalfundinum í kvøld skipaði nevndin seg við forkvinnu og næstforkvinnu

Nývalda B36 nevndin. Frá vinstru: Jóhan í Króki, umboð fyri ungdómsnevndina, Pól Rói Mohr, Maj-Britt Hellisdal, Dánjal Petersen, Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna, Bogi Petursson, Marita Debes Magnussen, forkvinna, og Sigurd Rasmussen
Jóannes Hansen
22. februar 2023 kl. 22:35

B36 hevði ársaðalfund í kvøld. Á skránni var nevndarval. Jákup Mørk, sum var formaður og legði formansfrágreiðing fram í kvøld, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali. So var nevndarval, og  tá ið nývalda nevndin skipaði seg, var tað við bæði forkvinnu og næstforkvinnu.

 

B36 skrivar soleiðis:

B36 søga skrivað. Felagið hevur fingið sína fyrstu forkvinnu og næstforkvinnu.

Í kvøld var aðalfundur í B36 húsinum.

Sera nógv fólk vóru møtt til fundin sum gjørdist heilt serstakur.

Spurningurin er um stóra og góða uppmøtingin ikki eisini setti met í kvøld. Fundurin gekk skjótt og væl.

Formaðurin, Jákup Mørk legði roknskapin fram og hann varð góðkendur.

Felagið kom út við einum lítlum yvirskoti.

Síðani var val av nevnd á skrá. Formaðurin, Jákup Mørk, kassameistarin, Símun Grønadal og nevndarlimurin, Høgni í Jákupsstovu ynsktu at takka fyri seg.

B36 takkar teimum fyri stóra arbeiðið teir hava lagt í nevndararbeiðið fyri felagið.

Súsanna Maria Hansen stóð fyri vali, men tók við afturvali.

Ynskiligt var at hava eina fullmannaða nevnd, og tí skuldu tríggir nýggir limir veljast.

Poul Rói Mohr, Sigurd Rasmussen og Marita Debess Magnussen bjóðaðu seg fram og vórðu einmælt vald av aðalfundinum.

Meðan fundarfólkið fekk sær ein drekkamunn, fór nýggja nevndin í Kjartansstovu at skipa seg. Tað var nokk ikki av tilvild, at Kjartansstova gjørdist karmur um hesa løtuna.

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Marita Debess Magnussen, forkvinna

Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna

Dánjal Petersen, kassameistari

Sigurd Rasmussen, skrivari

Bogi Petursson Nielsen, nevndarlimur

Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur

Poul Rói Mohr, nevndarlimur

Jóhann í Króki, umboð fyri ungdómsnevndina

Vit ynskja nýggju nevndini gott arbeiðslag og allarbestu eydnu at leiða okkara kæra B36, skrivar felagið eftir aðalfundin í kvøld.