Kvinnurnar í eldin í dag

Vit kunnu vænta harða mótstøðu, tá føroysku hondbóltskvinnurnar í dag taka ímóti Danmark í Høllini á Hálsi í EM-undankapping. Danmark endaði á einum fjórða plássi til EM í fjør og telist vanliga millum tey sterkastu í heiminum.

Katrin Erlendsdóttir
10. oktober 2021 kl. 09:35

Klokkan 16.15 í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti móti Danmark, sum av veddingarfyritøkunum verður mett at hava sera góð sannlíkindi fyri at fáa ein lættan sigur í hús í Føroyum. Danmark er søguliga sterkt í hondbólti, og tí er einki at ivast í, at útlit eru fyri harðari mótstøðu.

Á einum góðum degi ber tó alt til, og tað vístu føroysku kvinnurnar eisini í løtum móti Rumenia mikudagin. Hóast eina trilvandi føroyska byrjan, var bara eitt mál á muni í hálvleikinum, 15-14 til Rumenia. Seinastu dystarhálvu gekk harafturímóti sera illa at fáa mál, og Rumenia vann 26-19 í einum dysti, sum verður mettur at vera eitt góðkent føroyskt avrik. Eins og Danmark er Rumenia eisini millum topp 10 liðini til bæði EM og HM.

Atgongumerki til EM-undankappingardystin móti Danmark fáast við dyrnar á Hálsi.

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, úttóku hesar leikarar til EM-undandystirnar:

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, Haukar

Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:

Guðrið Ellingsgaard, StÍF

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København

Strikur:

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:

Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Súna Krossteig Hansen, Kyndil

Jana Mittún, H71

Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken

Durita Christophersen Jojic, Stjørnan

Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71