Kvinnurnar hjá VÍF fingið útlendskan styrk
Kappingin byrjar komandi vikuskifti
Ragnar Sjúrðarson
31. august 2024 kl. 17:33
Vestmanna Ítróttarfelag: Til komandi kappingarár hava kvinnurnar hjá VÍF fingið danskan styrk. Talan er um málmann, sum eitur Ida Mai Nielsen og sum hevur leikt við Viborg í donsku kappingini.
Umframt at leika, so kemur Ida eisini at taka sær av onkrum ungdómsliði, umframt at hava málmansvenjingar við teimum ungu.
Eisini hevur liðið fingið styrk á strikuni. Og her er tað Lise Marie N. Evensen, sum fyrr hevur leikt við kvinnunum, sum nú aftur tekur eitt tørn hjá VÍF. Og eisini Lise Marie kemur at venja okkurt ungdómslið, umframt at spæla.
Spennandi verður at fylgja við í ár, nú kappingin byrja komandi vikuskifti.
VÍF skal til Vágs at byrja kappingina.