Mikukvøldið varð av álvara staðfest, at kvinnulandsliðið í hondbólti hevur ment seg so nógv, at tað er veruligur møguleiki fyri, at tað fer at røkka í EM endaspælið, sum í døgunum 28. november til 15. desember verður í Ungarn, Sveis og Eysturríki.
Síðsta avbjóðingin á vegnum ímóti kvalifikatión til endaspælið er landsdysturin, sum sunnudagin verður í Íslandi.
Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:
Føroyska kvinnulandsliðið ferðast í dag til Íslands, har tær sunnudagin skulu spæla seinasta og avgerandi dystin í EM-undankappingini. Dysturin verður leiktur á heimavøllinum hjá íslendska felagnum Haukar, Ásvellir, í Hafnafirði. Tað er ókeypis at koma inn til dystin. Dysturin byrjar kl. 16.00, íslendska tíð, kl. 17.00, føroyska. Kringvarpið vísir dystin og FM1 sigur eisini frá.