Hósdagin keypti ein bólkur av íløgufólkum, tey flestu av teimum kvinnur, Weinstein fyritøkuna fyri góðar 500 mió. dollarar.
Filmsfyritøkan hevur verið í einum fíggjarligum ruðuleika síðan ein av stovnarunum, Harvey Weinstein, varð ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inná fleiri kvinnur. Bólkurin av íløgufólkum er stýrdur av Maria Contreras-Sweet, ið arbeiddi fyri Obama-fyrisitingina. Hon fer væntandi at stýra nýggju nevndina, ið fyri tað mesta fer at vera sett saman av kvinnum.
Maria Contreras-Sweet segði, at tey fara at byrja eina nýggja fyritøku við nýggjari nevnd og einari nýggjari visión. Nýggja fyritøkan, ið enn ikki hevur fingið navn, verður øðrvísi enn Weinstein fyritøkan, ið hevur verið ákærd fyri at dekka yvir lógarbrotini hjá Harvey Weinstein.
"Vit hava ongantíð ivast um hesar grundreglur, ið altíð hava verið at gera eina filmsfyritøku stýrd av einari nevnd, har flestu limirnir eru sjálvstøðugar kvinnur, at bjarga uml. 150 arbeiðsplássum, og at verja smærri fyritøkur, og at stovna ein endurgjaldsgrunn at veita stuðul til tey, ið vóru særd. Hornasteinurin av okkara ætlan er at gera eina nýggja fyritøku, ið umboðar bestu mannagongdina í partafelagsleiðslu og gjøgnumskygni. Eg havi leingi arbeitt fyri at stuðla kvinnum í handilsvinnuni. Hetta er eitt týðandi stig á leiðini," segði hon.
Kelda: Glamour