Í morgin, mikudagin 7. novembur, eru 40 ár liðin síðan kvinnur fyrstu ferð vórðu valdar í Løgtingið. Í hesum sambandi kemur bókin Kvinnur í landspolitkki - valrættur í eina øld út, ið Beinta Løwe, journalistur, hevur skrivað
Hetta er fyrstu ferð, at søgan um politisku rættindini hjá føroyskum kvinnum alment verður givin út.
- Eg hevði leingi gingið og hugsað um at skriva bókina, áðrenn eg í 2016 setti meg at skriva,
Sigur Beinta Løwe, og leggur afturat, at um hetta mundið, var evnið nógv umrøtt í politikki, tí 100 ár vóru júst liðin, síðan kvinnur fingu valrætt.
- Eg eri áhuga í søgu og poltikki, og haldi tað vera umráðandi at fortelja hendan partin av politisku søguni; at kvinnur ikki altíð hava havt valrætt. Í dag halda fólk, kanska serliga tað yngra ættarliðið, tað vera sjálvsagt, at kvinnur hava valrætt. Man veit kanska ikki so nógv um søguna, og at tað ikki altíð hevur verið so.
Beinta Løwe hevur fulltíðarstarv, og skrivaði bókina í síni frítíð. Hon fekk stuðul frá Mentanargrunninum í tveir mánaðar, og hann hjálpti henni væl og gav henni stundir at kanna og útvega sær tilfar til bókina. Hon leitaði sær upplýsingar fram í gomlum tíðindabløðum, sum eitt nú Dimmalætting, Norðlýsið, Tingakrossur, Løgtingstíðindi og Føroyigatíðindi. Umframt, hevur hon nýtt søguligar keldur frá árunum 1915-16, tá dagføringin av donsku grundlógini bleiv viðtikin og játtaði kvinnum og tænastufólki valrætt, og frá miðskeiðis í 90-árunum, tá Marita Petersen, fyrsti og higartil einasti kvinnuligi løgtingsformaður bleiv vald. Tá varð evnið eisini nógv umrøtt í føroyskum politikki.
Í bókini eru eisini spildurnýggjar samrøður við kvinnur, ið hava verið, og framvegis eru í føroyskum poltikki. Beinta Løwe hevur millum annað tosað við Karin Rannvá Kjølbro, ið var ein av teimum báðum fyrstu løgtingskvinnum, sum í 1978 vórðu valdar, og Jóngerð Jensinu Purkhús, sum var fyrsta landsstýriskvinna. Eisini hevur hon tosað við Annitu á Fríðriksmørk, Helenu Dam á Neystabø og Elsbeth Mercedes Gunnleysdóttir, ið allar sita á tingi í dag.
Bókin verður løgd fram í Mettustovu í morgin, mikudagin 7. novembur, kl. 19.00.