Kvinnur eru nýggju serfrøðingarnir innan kaffi

Alsamt fleiri kvinnur gerast serfrøðingar innan kaffiídnaðin og teirra innlit og hegni gevur væl av sær

Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim
11. januar 2019 kl. 09:55

Alsamt fleiri kvinnur gerast serfrøðingar innan kaffiídnaðin og teirra innlit og hegni gevur væl av sær


Tey flestu kenna allarhelst, at kaffi kann lívga ein upp. Men samansetur mann vælumtókta drykkin við útbúgving, kann hann nýtast til so nógv meiri enn tað. Og júst hetta eru nógvar afrikanskar kvinnur í løtuni í ferð við at fáa upp í lag.

57 ára gamla Almaz Dejene var ikki eina løtu í iva, tá hon fekk høvi at útbúgva seg til búnaðarfrøðing. Útbúgvingin veitir henni serkunnleika í, hvussu kaffirunnar kunnu dyrkast og handfarast á bestan hátt og harvið, hvussu ein kann menna sítt nærøki. At vaksa upp sum genta í einum konservativum landsparti í Etiopia merkti, at hon ikki gekk í skúla sum barn. Og hóast tað seinni í lívinum er eydnast henni at keypa eina lítla kaffiplantasju á tveir hektarar, so hava korini hjá familjuni verið sera fátækslig.

”Vit plagdu at heinta bønurnar av gomlum kaffirunnum, og vit hvørki kliptu ella skóru vøksturin til aftaná. Tá plagdu vit ikki at selja nakað serligt”, fortelur Almaz Dejene. Men eftir lokna útbúgving hava hon og maðurin nomið sær munadyggari arbeiðshættir, og hava soleiðis megnað at gróðursett umleið 3.000 nýggjar runnar. Í dag framleiða tey 4.200 kilo av kaffi um árið, samanborið við 1.900 kilo um árið áðrenn útbúgvingina. Almaz Dejene hevur nýtt ein part av vinninginum til skúlagongd til dóttrina, so hon kann fáa fleiri møguleikar enn Dejene sjálv fekk sum barn.


Alsamt fleiri lond vilja bryggja burðardygt kaffi

Útbúgvingin er partur av eini verkætlan, sum felagsskapurin TechnoServe hevur sett í verk í fýra londum í Eysturafrika. Felagsskapurin samstarvar við stórar humaniterar partnarar sum eitt nú Bill & Melinda Gates Foundation og við fyritøkuna Nespresso, fyri at gera framleiðsluna so úrslitagóða og burðardygga, sum yvirhøvur gjørligt. Endamálið við verkætlanini er at læra staðkendir bóndir at fáa meiri gagn av sínum kaffiplantum, við at handfara runnarnar burðardyggari, at seta niður trø, ið kasta ein neyðugan skugga og at nýta sankutøð heldur enn evnafrøðilig evnir.

Útbúgvingin í burðardyggari kaffidyrkan er komin mongum til góðar. Í Etiopia hava sløk 80.000 fólk nomið sær útbúgvingina, og er inntøka teirra hækkað við 21 prosentum í miðal. Eitt endamál við verkætlanini var harumframt at draga kvinnurnar uppí, av tíð at tað aloftast eru menn, sum eiga kaffiplantasjurnar í Eysturafrika. At byrja við taldu kvinnurnar bert 4 prosent av luttakarunum, men eftir, at fólkini handan verkætlanina avgjørdu at leita upp kvinnurnar, eydnaðist teimum at hækka partin av kvinnum til heili 36 prosent.