Kvinnulist í Gallarí Havnará

Týsdagin 8. mars læt upp framsýning við verkum hjá Guðrið Poulsen, Miu Smith, Turið Teitsdóttir, Rannvá Mortensen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríðu Berg í Gallarí Havnará

Framsýningin í Gallerí Havnará er bara opin í dag og í morgin afturat (Mynd: Kinna Poulsen)
Kinna Poulsen
11. mars 2022 kl. 14:26

Síðsti møguleiki at síggja framsýningina er í morgin, leygardagin 12. mars.
Gallarí Havnará er eitt lutfalsliga nýtt gallarí, sum læt upp í Havn í desember í fjør. Talan er kortini um fjórðu framsýningina hjá teimum, so her má mann ikki bíða ov leingi, um mann ætlar at fáa framsýningarnar við. 

Tað munnu vera sera góðar tíðir, tá so nógv gallarí eru latin upp í Havn, men hetta er vónandi eisini tekin um stóra áhugan í samfelagnum fyri tí visuella. 

Og stórur áhugi tóktist vera fyri framsýningini Kvinnulist, tí har var sum sild í tunnu í Gallarí Havnará 8.mars – har vóru mest konufólk, men eisini menn, bæði ung og eldri fólk. 

Talan var eisini um eitt heilt tiltak í sambandi við altjóða kvinnudagin, sum umframt við framsýning varð hátíðarhildin við røðu hjá Anniku Dalsgaard og tónleiki hjá Guðrið Hansdóttir umframt nøkrum orðum frá øðrum av eigarunum av Gallarí Havnará, Jóhonnu Andreasen um hugtakið kvinnulist.  

Verkini á framsýningini eru sera ymisk tilfarsliga, sum tað helst eisini sæst á myndunum her. Guðrið Poulsen framsýnir keramiskar standmyndir við einum konstruktivistiskum brá. Rannvá Mortensen framsýnir verk á pappír og á lørift, har kvinnukroppurin er í miðdeplinum. Fríða Berg arbeiðir nonfigurativt á pappír við samansettum gjøgnumskygdum organiskum skapum, meðan Turið Teitsdóttir málar ymsar sjóverur í dekorativu myndum. 

Verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard líkjast abstraktum tekningum við eini fínari livandi striku, sum so vísir seg at vera myndað úr fínari, bundnari ull og tykjast um somu tíð skroypilig og sterk. 

Fleiri av teimum framsýnandi eru ungar kvinnur, til dømis Mia Smith, hvørs einføldu myndir, eg havi sæð á instagram – hennara tjúkku ljósareyðu konubrot við fýrverki í búkinum eru eitt sindur øðrvísi, meir ekspressivar og lívsjáttandi.