Shabnan Khan Dawran er eitt kent andlit í Afganistan, og er javnan at síggja á skíggjanum. Hon arbeiðir fyri almennu sjónvarpsrásina, RTA Pashto.
Men í gjár, tá hon ætlaði sær til arbeiðis, fekk hon noktað atgongd til sítt arbeiðspláss av Taliban.
Tað upplýsir hon í einum videobrotið, ið er deilt á Twitter.
– Hóast eg var íklødd hijab (høvuðklæði, red.) og hevði rætta samleikaprógvið, so greiddi Taliban mær frá, at stýrið er broytt, og at eg skuldi fara heim, sigur Shabnan Khan Dawran í videobrotinum.
Taliban hevur áður upplýst, at kvinnuligir vertir skjótt ikki vera at síggja á skíggjanum meira. Tí vakti tað undran, tá sjónvarpsstøðin Tolo News fyri nøkrum døgum síðani hevði ein kvinnuligan vert á skíggjanum, meðan hon hevði samrøðu við ein lim frá Taliban í sjónvarpsstovuni.