Kvinnuligir hýruvognsførarar basa fátækradømi í Pakistan

Pakistanskar kvinnur, ið áður biddaðu pening á gøtuni, breyðføða nú bæði sær sjálvum og familjuni sum hýruvognsførarar

Lobna Touhou og Lív Reynheim
9. mars 2018 kl. 13:19

Pakistan er millum vandamiklastu lond í heiminum at búleikast í hjá kvinnum. Í fjør gjørdi felagið World Economic Forum eina heimsfevnandi kanning av javnstøðu millum kyn í 145 londum, og Pakistan varð næstniðast á listanum. Kynsligur ágangur er sera vanligur í landinum, og kynslig eyðmýking er gerandisdagur hjá mongum kvinnum. Tískil er óvanligt, at kvinnur hætta sær út uttan ein mannligan fylgisvein.

Sambært innlendismálaráðnum í Stórabretlandi er bert fjórða hvør kvinna í aldrinum 15 til 64 ár á tí pakistanska arbeiðsmarknaðinum. Flestar teirra starvast innan landbúnað ella fiskivinnu. Pakistansku kvinnurnar hava lítlar møguleikar at vinna sær pening, og eru tí ofta fíggjarliga tengdar at einum manni. Men nýliga varð ein nýggj hurð latin upp í landspartinum Punjab – ein hýruvognstænasta veitir kvinnum kjansin at vinna sær pening á ein heldur øðrvísi hátt. Tænastan lænir út pening til eitt koyrikort, setur síðani kvinnuna sum hýruvognsførara, og bilur hennara er bert ætlaður kvinnuligum kundum.

Gauhar Iqbal var við at stovna tænastuna. Hon sigur frá, at nýggja tænastan brýtur niður siðbundnar hugsanarháttir um kvinnuna.“Í nógv ár hava kvinnur við koyrikorti verið eitt tabuevni í konservativu umráðunum í Pakistan, og sera fáar hava koyrikort. Men í seinastuni hava vit sæð fleiri stoltar familjulimir hjá kvinnum, ið koyra hýruvogn,” fortelur Iqbal. 


Gevur styrki

Bali Rani er millum teirra, ið hevur fingið starv hjá nýggju hýruvognstænastuni. Hon var von at bidda á gøtuni fyri at vinna sær sjálvari og børnunum pening til matna. Í dag koyrir hon í einum av ljósareyðu Rickshaw-hýruvognunum fyri kvinnur. Bali Rani greiðir soleiðis frá um nýggja starvið:“Arbeiðið merkir, at eg kann liva eitt virðiligt lív. Nú kann eg taka mær av mínum børnum og geva teimum eina útbúgving, júst so sum eg altíð havi droymt um.” 

Mangt bendir á, at nýggja tænastan viðvíkur meiri enn bert einum arbeiði. Tá hýruvognsførarin Najm Un Nisaá fekk lyklarnar til sín Rickshaw, gjørdist hon sera errin. Hon kennir seg sum eina fyrimynd fyri genturnar í heimstaðnum, og henni dámar væl at koyra runt í býnum, tí hon sær seg hava ein leiklut í eini samfelagsbroyting. Nisaá leggur dent á týdningin, ið tænastan hevur fyri framtíðarmøguleikarnar hjá kvinnum – alt fleiri vága sær í skúla og til arbeiðis vegna hýruvognstænastuna, tí hon gevur teimum størri tryggleika. Javnrættindi millum kynini hava framvegis langan veg á mál í Pakistan, men tænastan er eitt lítið fet á leiðini. Hon er nógv umhildin og vindur í løtuni uppá seg.