Barbiedukkur hava leingi hugtikið ungar gentur við teirra vakurleika og fínum klæðum. Nú kunnu tær hugtaka við skili eisini.
Í sambandi við altjóða kvinnudagin, avdúkar Mattel, fyritøkan, ið framleiðir Barbiedukkurnar, eina nýggja røð av dukkum, ið líkjast veruligum kvinnum.
Nýggja røðin av dukkum “Inspiring Women” (fyrimyndarligar kvinnur) er gjørd aftaná eina spurnarkanning hjá Mattel, har 8000 mammur kring heimin luttóku. 86 prosent av teimum søgdu seg stúra fyri fyrimyndunum, sum døtur teirra hava atgongd til.
“Vit fegnast um at kunna vísa teimum veruligar fyrimyndir fyri at minna tær á, at tær kunnu verða alt møguligt,” sigur Lisa McKnight, varastjóri og fyrisitingarstjóri, í tíðindaskrivi.
Fyrimyndarligar Barbiedukkur fáast nú tískil í tveimum ymsum røðum. “Shero”-røðin (kvinnuligar hetjur) frá 2015 og nýggja “Inspiring Women”-røðin.
“Inspiring Women” dukkurnar líkjast veruligum kvinnum úr søguni, og nýggjar dukkur eru gjørdar í “Shero”-røðini, ið eru gjørdar eftir nútíðar-fyrimyndum.
Við “Inspiring Women” dukkunum fylgja upplýsingar um, hvat hvør einstøk kvinna hevur gjørt fyri samfelagið.
Ein teirra er Amelia Earhart, fyrsti kvinnuligi flogskiparin, ið fleyg tvørtur um Atlantshavið. Ein onnur er meksikanska listakvinnan Frida Kahlo. Eisini heiðrar Mattel Katherine Johnson, ið var slóðbrótandi matmatikari.
Enn eru bert tríggjar dukkur í “Inspiring Women”-røðini, men fleiri fara at koma seinni, sigur Marissa Beck, talskvinna fyri Mattel.
“Hendan røðin heiðrar ótrúligar og djarvar kvinnur, ið váðaðu nógv, fóru um mørk og slóðaðu fyri, at nýggj ættarlið av gentum kundu ímynda sær enn meira enn áður,” sigur Beck við CNN.
Shero-røðin byrjaði í 2015 at varpa ljós á veruligar kvinnur, ið hava gingið undan á sínum øki.
Hesa vikuna kom Barbie við 14 nýggjum Shero-dukkum, m.a. eina gjørt eftir Patty Jenkins, ið er leikstjórin handan filmin “Wonder Woman”, og amerikansku ítróttarkvinnuni Chloe Kim, ið júst hevur vunnið gull í Olympisku vetrarleikunum í Pyeongchang. Aðrar dukkur í røðini heiðra sniðgevum, tíðindakvinnum, sjónleikarakvinnum og íverksetarum.
Shero-dukkurnar ímynda kvinnur úr USA, Avstralia, Bretlandi, Turkalandi, Fraklandi, Kina, Týsklandi, Meksiko, Pólandi, Italia og Spania.
Dukkurnar koma í handlarnar í næstum, men longu nú ber til at bíleggja tær á heimasíðuni hjá Barbie.
Til ber at síggja fleiri myndir av nýggju Barbie-røðini her.