Kvinnulandsliðið spælir í Luksemborg

Fórbóltur: Vinardystur verður í kvøld klokkan 18.30

Jóannes Hansen
5. apríl 2023 kl. 14:55

Í heyst fer kvinnulandsliðið í fótbólti at luttaka í Nations League. Í kvøld verður vinardystur, sum er liður í fyrireikingunum til kappingina í heyst.

FSF skrivar soleiðis í gjár á heimasíðu síni:

 

Føroysku kvinnurnar hava nú verið í Luksemborg í tveir dagar og avgreitt tríggjar venjingar undan fyrra vinardystinum móti Luksemborg. Lagið er stak gott í føroysku leguni og spælararnir gleða seg nú til at sleppa í dyst, sigur miðverjin Birita Ryan.

– Vit hava vant væl hesar báðar dagarnar og kenna okkum væl fyrireikaðar til at møta Luksemborg. Vit vænta okkum tveir spennandi dystir, har vit í stóran mun kunnu vera við til at skapa dystirnar, og tað hava vit eisini lagt stóran dent á í fyrireikingunum. Nú haldi eg mest, at vit bara gleða okkum til at sleppa í eldin, sigur ungi verjuspælarin.

Vinardystirnir eru liður í fyrireikingunum hjá kvinnulandsliðnum til Nations League kappingina, sum byrjar í heyst. Við nýggja kappingarleistinum kunnu væntast fleiri dystir móti londum, sum eru í námind av Føroyum á altjóða styrkislistanum, og tí eru vinardystirnir móti Luksemborg sera væl hóskandi.

Niðanfyri eru myndir frá venjingini í gjár, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.