Kvinnukvøldið í Eydnuni á Oyrarbakka

Aftur í ár skipar Sunda Róðrafelag fyri tí vælumtókta kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka. Tað verður sunnukvøldið...

Innsent
5. mars 2018 kl. 08:04

Aftur í ár skipar Sunda Róðrafelag fyri tí vælumtókta kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka.

Tað verður sunnukvøldið 11. mars kl. 17

Nógv ymiskt verður á skránni. Jacoba Kruse, fólkalívsfrøðingur, fer at hugleiða um kvinnuna.

Eisini verður samrøða við Anniku Ró og ein av hennara nærmastu um tað, at hon fyri trimum árum síðani gjørdi av at skifta kyn.

Guðrun Sólja og Janus Kampmann framføra góðan tónleik, og síðani verður fyrsta floks undirhald frá teimum báðum Pipar & Salt.

Mótasýning, sølubásar, leskiligt ábit og nógv annað.

Atgongumerki fáast til keyps hjá Magn við Streymin og á Kunningarstovuni í Havn.