Mánadagin 25. mars byrjar landskappingin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í ár verða níggju lið í kappingini, og sum nakað nýtt hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um at skipa Betri Deildina hjá kvinnum við grundspæli og endaspæli.
Í grundspælinum spæla liðini tvær ferðir móti hvør øðrum. Síðani fara nummar 1 til 5 í bólk fyri seg, har tey kappast um FM, meðan hini liðini fara í ein bólk fyri seg, har tey dystast um at vinna niðara bólkin.
Harafturat fer eisini at vera skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat siðbundnu steypakappingini, sum vit kenna hana í dag. Minna steypakappingin verður fyri liðini, sum eru í niðara bókinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.
Kappingarárið hjá kvinnum byrjar annars við stórsteypadystinum millum KÍ og NSÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin 9. mars.