Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at upploysa Grunn Jóhannes Nolsøes, skraddara, og lata fæið í grunninum til Kvinnuhúsið.
Tilsamans er talan um umleið 2,2 milliónir krónur. Peningurin verður útgoldin, tá grunnmynduleikin endaliga hevur góðkent, at grunnurin verður upploystur.
Grunnmyndugleikin hevur lagt dent á orðingina í testamentinum hjá Johannes Nolsøe, har tað millum annað stendur um renturnar hjá legatkapitalinum, at tær kunnu brúkast “til støtte for vanskeligt stillede, forældreløse Børn, og udarbejdsdygtige Personer ... der er hjemmehørende i Thorshavn og i Nolsø Bygd”
Sambært siðvenju á økinum er tað ein treyt fyri at kunna avtaka ein grunn, at grunnfæið verður latið til eitt endamál, ið er sambæriligt við endamálið hjá grunninum.
Grunnmyndugleikarnir hava boðað frá, at grunnurin kann verða avtikin, og at peningurin kann latast til Kvinnuhúsið í Havn, tá hetta endamálið liggur næst endamálinum í viðtøkunum og testamentinum.
Eftir at býráðið hevur samtykt málið, skal tað aftur til grunnmynduleikan til endaliga góðkenning, áðrenn peningurin verður handaður.