Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum: Mia Haldórsdóttir Smith, Guðrið Poulsen, Eivør Pálsdóttir, Rannvá Mortensen og Barbara Hilduberg.
Í farnu árunum hava føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar veruliga verið í brennideplinum, í sambandi við farsótt, verkføll og mangulin av arbeiðsmegi.
Hetta er eitt fak, ið ofta verður skýrt eitt siðbundi kvinnufak. Vit hava tí á hesum kampdegnum mitt í friðartíð bjóða Sonja Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingi, M.Sc í heilsuvísindum og útbúgvingarleiðara á sjúkrarøktarfrøði útbúgvingini á Setrinum, at halda røðu.
Framsýningin letur upp 8, mars kl. 16.00, og er opin 16.00-18.00 fram til 12. mars.