Kvinnublóð á iranskum gøtum

Tað er stórur uppreistur kring alt Iran í løtuni, har upp til 140 uppreistrarfólk eru myrd og 5.000 handtikin av teokratisku stjórnini.

Trygvi Danielsen
25. september 2022 kl. 16:30

Tað er lítið meira enn eina vika síðan, at 22 ára gamla Mahsa Amini varð handtikin av moralska politinum í Iran, tí hon breyt reglugerðina, sum sigur, at konufólk í almennum rúmum skulu dyla hárið í hijabum ella høvdaklæðum.

Familja og vitnir siga, at Mahsa varð náðileyst bukað í varðhaldsfongslinum, har hon lá í koma í tríggjar dagar, áðrenn hon doyði av løstunum. Iranskir myndugleikar avnokta ákærurnar.

Hendingin hevur havt mikla øsing við sær kring alt Iran, og í dag eru mótmælisgongur í o.u. 139 býum kring landið, har mótmælisfólk fyri tað mesta hitta harðligar politistar, sum hava dripið upp til 140 av teimum mótmælandi og handtikið yvir 5.000 sambært NCR-Iran.

Við brennandi politibilum í bakgrundini hava iransk konufólk sett eld á høvdaklæðini og klipt hárið av sær úti á gøtunum, har tey m.a. stevfast rópa "deyða yvir diktatorin" og "deyða yvir Khameini". Konufólkarættindi eru orsøkin til uppreistur í Iran á fyrsta sinni síðani islamsku kollveltingina í 1979. Endamálið er at koppa stjórnini.

Her er eitt sjónband av 21 ára gomlu Hadis Najafi, sum ger seg til reiðar at standa ímóti myndugleikunum. Stutt eftir bleiv hon skotin seks ferðir í bringuna, og í dag varð hon kunngjørd deyð. 

"Okkara fólk hevur ongantíð fyrr staðið so væl saman. Okkara menn kundu ikki stuðlað kvinnunum meir", sigur ein iransk kvinna, sum bert nýtir sítt fornavn Mahnaz, við CS Monitor. Hon er í 40unum og hevur luttikið í mótmælisgongunum í Sanandaj, har hon býr. "Eg veit, at hetta fer ikki neyðturviliga at føra til okkara stóra endamál, sum er at koppa stjórnini, men eg ivist ikki í, at vit skapa eina djúpa sprekku í skipanini. Tað er sum ein veggur, ið tú ikki kanst bróta við einum slagi. Um tú blívur við at sláa, dettur hann til endans. Eg eri fullvís í, at sigurin verður okkara, og hann er tættari við enn nakrantíð áður", sigur iranska kvinnan.

Tað finnast ikki nógv støð í koranini, sum siga eintýðugt, at kvinnur skulu revsast fyri ikki at nýta høvdaklæði. Tvey kend vers finnast, sum siga, at kvinnur skulu nýta høvdaklæði og vera sámiliga ílatnar, nevniliga Quran 33:59 og 24:30-31. Tað finst tó eitt vers í fjórða kapitli, Surat-al Nisa 4:34, har tað stendur nakað soleiðis: "Menn eru harrarnir í sambandinum við kvinnum [...] Hasar kvinnurnar, hvørs trúskap til Gud tú óttast/ivast í, ávara tær og læt tær liggja í songini og søk at teimum."

Tað er serliga hesin seinasti setningurin, sum eg havi týtt til "søk at teimum", ið ofta verður týddur til "strike" á enskum, ið kann tulkast sum eggjan til harðskap móti kvinnum í koranini.