Ongi úrslit

Kvinna við barnavogni rakt av bili - men lítlan og ongan skaða

Áki Bertholdsen
23. mars 2025 kl. 09:47

Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein kvinna varð blivin rakt av einum bili. Hetta var í Porkeri og kvinnan kom gangandi fram við vegnum við barnavogni, tá ið hon varð rakt av einum bili, sum kom koyrandi framvið.

Løgreglan sigur, at tíbetur koyrdi bilurin øgiliga spakuliga, so stoyturin varð lítil. Einki hendi við barnavogninum, men kvinnan varð sligin um koll og skurðslaði knø og albogar, tí ið hon tók í vegin.

Hon varð koyrd á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar, men har varð staðfest, at hon hevði ikki fingið aðrar skaðar enn nøkur skurðsl.

Løgreglan sigur, at frágreiðing verður skrivað um óhappið og so verður støða tikin til um farið verður víðari við tí.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04