Tá ið Norrøna kom á Havnina seinnapartin í gjár úr Hirtshals, varð ein kvinna tikin í tollinum fyri at royna at smugla hassj til Føroya. Kvinnan hevði 100 gramm av hassji uppi á sær og tað varð hald lagt á.
Kvinnan varð síðani leyslatin aftur, men seinni fær hon so bræv um at møta í rættinum. Tá ið talan er um meiri enn 80 gramm, verða málini løgd fyri rættin, er talan um minni enn tað, verða málini avgreitt við eini bót.
Annars var friðarligt hjá løgregluni í gjár. Ein bilur bar við ein parkeraðan bil og bilførarin, sum hevði koyrt á, ringdi til løgregluna, so at tey kundu fáa fatur eigaranum á tí parkeraða bilinum, og teir báðir avgreiða so málið við tryggingina.
Í Hvalvík varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein jolla varð horvin. Hon varð kortini skjótt afturfunnin hjá einum øðrum manni.
Men talan var um eina misskiljing, tí tann, sum var farin við jolluni, hevði fingið at vita, at hon skuldi burturbeinast, og so var hann farin við henni.
Tá ið hann fekk at vita at tað var ein misskiljing, legði hann jolluna aftur haðani hann hevði tikið hana, og so varð ikki meiri gjørt burtur úr tí.