Kvinna á Argjum skotin við plast-kúlum

Løgreglan hevur fleiri dømi um, at ótangar koyra runt í bili og skjóta eftir fólki.

Áki Bertholdsen
22. mai 2024 kl. 08:30

Aftur í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at ein kvinna var skotin við plast-kúlum. Hon kom gangandi eftir Glyvursvegi, tá ið ótangar í bili, skutu eftir henni og rakti hana.

Hetta er fjórðu ferð upp á stutta tíð, at fólk hava meldað, at tey eru skotin við eini luftbyrsu við plastkúlum, ella softgun, sum tað eitur.

Tríggjar ferðir er tað hent í Klaksvík og nú aftur á Argjum og hvørja ferð eru tað ótangar, sum liggja og koyra runt í bili og skjóta eftir fólki, teir koyra framvið.

Í teimum trimum tilburðunum, sum hava verið áður, hevur løgreglan fingið fatur á gerningsmonnunum, og teir hava fingið 1.500 krónur í bót í part, umframt at hald er lagt á byrsurnar, og tær kosta 1.000 - 1.200 krónur, sigur løgreglan.

Í hesum føri varð kvinnan so kløkk, at hon fekk ikki reiðiliga nummarplátuna á bilinum, men løgreglan sigur, at tey halda seg vita, hvør tað er. 

Løgreglan sigur, at sum er, verðu hetta revsað, sum eitt brot á skilhaldsreglurnar. Men vil illa til, og fólk verða rakt í eyga, ella í aðrar mátar fáa skaða, verður talan um brot á revsilógina og so er revsingin ein heilt onnur.