KvF sendir 32 av 51 dystum frá EM-endaspælinum í summar

Kringvarp Føroya fer at samsenda við danska DR frá dystunum í EM-endaspælinum, sum byrjar fríggjadagin

Sigurjón Einarsson
8. juni 2021 kl. 14:58

KvF fer at vísa 32 dystir út av 51 dystum frá EM-endaspælinum í summar. Kringvarpið fer at samsenda við DR frá teimum dystunum, sum DR eisini vísir.

Fyrsti dysturin verður Turkaland – Italia komandi fríggjakvøld klokkan 20.

Tað er Nordic Entertainment Group (Viaplay), sum hevur tryggjað sær rættindini til EM-endaspælið í summar. Hevur tú ítróttarpakkan frá Viaplay, so sært tú allar dystirnar frá endaspælinum, sum hesu ferð ikki er í nøkrum ávísum landi, men heldur er deilt út til fleiri lond.

Fyribils eru dystirnir niðanfyri settir á skrá hjá Kringvarpinum. Nakrir dystir verða spældir samstundis, so Kringvarpið arbeiðir við at tillaga og dagføra skránna, sigur Kringvarpið í einum skrivi.

Skráin sær fyribils soleiðis út komandi dagarnar:

Fríggjakvøldi 11. juni: Turkaland – Italia klokkan 20.

Leygardagin 12. juni: Wales – Sveis – verður sendur eftir kappróðurin

Leygardagin 12. juni: Danmark – Finnland – verður sendur eftir kappróðurin

Sunnudagin 13. juni klokkan 17: Eysturríki – Norðurmakedonia

Sunnudagin 13. juni klokkan 20: Holland – Ukraina

Mánadagin 14. juni klokkan 20: Spania – Svøríki

Týsdagin 15. juni klokkan 20: Frakland – Týskland

EM-endaspælið verður í døgunum frá 11. juni til 11. juli.

Finalan verður leikt á Wembley í Onglandi.