Kveikjandi list í duldarfulla kjallaranum

Betongkjallarin undir posthúsinum hevur enn einaferð prógvað sítt virði sum mentanarmiðdepil í Klaksvík

Ingi Samuelsen
4. juni 2018 kl. 15:10

Betongkjallarin undir posthúsinum hevur enn einaferð prógvað sítt virði sum mentanarmiðdepil í Klaksvík.

Duldarfulli kjallarin hevur fyrr verið brúktur til reikandi sjónleik, har pallsetingin flutti seg frá rúmi til rúm í forteljingini um konu Martins Luther.

Norðoya Listafelag hevur eisini fyrr brúkt hølini til framsýningar, og tað er júst tað, ið nú aftur er aktuelt við framsýningini #summarlist2018, ið varð sett í sambandi við Norðoyastevnuna leygardagin.

Ein sera spennandi framsýning í sera spennandi hølum.

14 listafólk eru við hesaferð: Jóhan Martin Christiansen, Dan Helgi Helgason í Gong, Rannvá Holm Mortensen, Rókur Heinason Heinesen, Fía Heinesen, Hans Jacob Østerø, Rannvá Kunoy, Heiðrik á Heygum, Astri Luihn, Jón Sonni Jensen, Frits Johannesen, Tummas Jákup Thomsen, Silja Strøm og Jóna Rasmussen. Eitt væleydnað bland av yngri og eldri, av nýhugsandi og eitt sindur meira siðbundnum listafólkum, sum tilsamans skapa eina heild, ið ger tað áhugavert at leita sær niður í kjallaramyrkrið at uppliva nútíðar list, sum livir í øllum góðum.

Summi kanska eitt sindur meira áhugaverd enn onnur, alt hvørja list einum dámar, og – ikki minst – hvørja list ein fatar.

Sumt er avbjóðandi at skoða og uppliva, ikki minst fleiri av video-listaverkinum, sum eru við á framsýningi, fleiri teirra hava fingið teirra heilt egnu hølir at upplivast í.

Egið høli hevur eisini ein installasjón hjá Fíu Heinesen fingið. Hugtakandi.

Summi listarfólk eru til staðar við fleiri listarverkum, meðan onnur eru meira sparin við síni luttøku.

Til dømis Tummas Jákup Thomsen, sum annars er kendur fyri at oyðsla á sínum framsýningum við tekningum í hundraðtali, um ikki túsundatali. Hesaferð hevur hann bert eittans verk við, men tað er afturfyri stórt, og eitt av høvuðsverkunum á framsýningini.

Sama er við Rannvá Holm Mortensen, sum eisini bert hevur ein málning við, sum aftur fyri er hugtakandi á sín sermerkta hátt, og so okkurt afturat, sum eitt sindur meira trupult at fyrihalda seg til.

Hugtakandi eru eisini málningarnir hjá Rannvá Kunoy, ið hevur staðfest sína støðu millum Føroya allar fremstu listafólk. Men eisini Jóna Rasmussen vísir veruligt støði við sínum hugtakandi svørt/hvítu málningum.

At Frits Johannessen og Silja Strøm eru sonn listafólk, hava tey prógvað fyrr. Hinvegin tykjast tær nakað barnsligu tekningarnar hjá Heiðrikki av Heygum at fella eitt sindur uttanfyri. At maðurin er stórt listarfólk innan fleiri økir, ivast fáur í, men tað staðfestir hann tó ikki teimum 16 smáu gentukamarstekningunum, sum eru við á hesi framsýningini.

Jóhan Martin Christiansen og Jón Sonni Jensen eru longu – hóast ungir á aldri – róstir fyri teirra nýskapandi list. Hvat teirra list inniber, kann upplivast í Posthúskjallaranum. Ikki áleypandi í sínum úttrykki, og tí ganga fleiri av gestunum eisini framvið uttan at varnast dygdina í verkunum.

Mest óvæntaði kennskapur á hesi framsýning var helst ungi Hans Jacob Østerø, sum er til staðar við einum hópi av tekningum av tí slagnum, vit síggja í teknirøðum og -filmum. Hann vísir eitt stórt talent fyri hesi listargrein, og verður spennandi at fylgja í framtíðini.

Størsti listamaðurin av øllum er tó ein, sum ikki sjálvur er til staðar á framsýningini við listarverkum. Men hann, ið hevur lagt til rættis framsýningina, nevniliga Edward Fuglø, eigur fyri vist sín part av framsýningini.

Tað sæst týðuliga, at Edward hevur havt eina hepna hond við í hvussu rúmini verða brúkt. Onkur veggur hevur fingið eitt lag av máling, sum hóskar serliga til listaverkini, og í øðrum førum eru listarverkini hongd upp á serligan hátt. Mest væleydnaða er upphangingin av verkum Frits Johannessens, ið eru hongd upp í einum samanhangandi tyssi, sum hóskar sera væl í hesum føri.

#summarlist2018 verður hangandi í Posthúskjallaranum í Klaksvík alt summarið.


Frits Johannessen (Mynd: Dávur Winther)


Hans Jacob Østerø (Mynd: Dávur Winther)


Fía Heinesen (Mynd: Dávur Winther)


Tummas Jákup Thomsen og Silja Strøm (Mynd: Dávur Winther)


Heiðrikkur av Heygum og Jón Sonni Jensen (Mynd: Dávur Winther)


Rannvá Holm Mortensen hevur fingið sítt egna rúm (Mynd: Dávur Winther)