Kveikjandi ferðavinnutiltak verður í Perluni

Ferðavinnan 2025 - Rák, møguleikar og nýskapan

torshavn.fo
5. november 2024 kl. 15:58

Hóskvøldið 7. november kl 19:00 verður kveikjandi ferðavinnutiltak í Perluni, har sjóneykan verður sett á nýggjastu rákini í ferðavinnuni.

Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga í ferðavinnu og íverksetan. Á skránni eru fleiri áhugaverdar framløgur frá starvsfólkum og virkandi í ferðavinnuni. 

  • Tordis K. á Rógvi Biskopstø, Visit Tórshavn, bjóðar vælkomin.

  • Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands, greiðir frá nýggjastu rákunum í ferðavinnuni. Framløgan tekur útgangsstøði í ferðavinnætlanini hjá Visit Faroe Islands. Hvørjar upplivingar hóska til ætlanina, og hvørjar upplivingar mangla vit enn í Føroyum?

  • Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum greiða frá vælumtókta átakinum “Nýskapan í ferðavinnuni”, sum byrjar aftur í januar 2025. 

  • Trý stutt upplegg frá fyritøkunum Føroyar Live, Rent Your Car og Eatlocal, sum allar hava luttikið í “Nýskapan í ferðavinnuni”.

  • At enda fer royndi íverksetin Michael Koba at greiða frá persónligum ferðavinnuroyndum undir heitinum “Talgild sjálvverja”. Michael fer at hugleiða um góðar vanar fyri íverksetarar, og hvussu ein kann fyribyrgja at fara niður við stress í einum gerandisdegi við nógvum órógvi.

 

Hugskotið og Visit Tórshavn skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Melda til tiltakið her: https://forms.office.com/e/XkqAVGt2sQ