Hóskvøldið 7. november kl 19:00 verður eitt kveikjandi ferðavinnutiltak í Perluni, har sjóneykan verður sett á nýggjastu rákini í ferðavinnuni.
Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga í ferðavinnu og íverksetan, og á skránni verða fleiri áhugaverdar og kveikjandi framløgur frá starvsfólkum og virkandi í ferðavinnuni.
Tordis K. á Rógvi, frá Visit Tórshavn bjóðar vælkomin og hugleiðir um ferðavinnuárið 2025. Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands kemur at greiða frá nýggjastu rákinum í ferðavinnuni. Súsanna hevur seinastu nógvu árini haft ábyrgd av marknaðarføring, fjølmiðlum og PR hjá Visit Faroe Islands. Hon fylgir væl við í tí ið rør seg, hon er á fleiri altjóða tiltøkum árliga, og hevur tætt samskifti við altjóða fjølmiðlafólk. Súsanna fer at tosa um trends, við útgangsstøði í strategiini hjá Visit Faroe Islands, um hvørjar upplivingar ið passa til strategiina, eins og hvørjar upplivingar vit mangla.
Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum koma at greiða frá vælumtókta vinnudíkjara átakinum “Nýskapan í ferðavinnuni”, sum byrjar aftur í januar 2025. Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átakinum, og alt í alt hava 37 fyritøkur luttikið í átakinum ígjøgnum árini. Harafturat vera styttri upplegg frá fyritøkunum Føroyar Live, Rent Your Car og Eatlocal, sum allar hava luttikið í “Nýskapan í ferðavinnuni”.
Eisini fer royndi íverksetin Michael Koba, at greiða frá persónligum ferðavinnuroyndum undir heitinum “Talgild sjálvverja”. Michael hevur drúgvar royndir í ferðavinnuni og fer at hugleiða um góðar vanar fyri íverksetarar, og hvussu ein kann fyribyrgja at fara niður við stress í einum gerandisdegi við nógvum órógvi. Eitt nú við at automatisera uppgávur fyri at gera arbeiðið lættari.
Tað eru Hugskotið og Visit Tórshavn sum skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Melda til tiltakið her: https://forms.office.com/e/XkqAVGt2sQ