Kuraterede Samtaler 13. – 14. juni í Norðurlandahúsinum

Listaligt talufrælsi er eitt av høvuðsevnunum sum verða umrødd á einum stórum norðurlendskum mentanarkervisfundi í Norðurlandahúsinum í næstu viku

Tíðindaskriv
13. juni 2022 kl. 10:04

Hví er armslongdameginreglan umráðandi við atlit til list og mentan, og hvørjar avbjóðingar kunnu vera við at halda hesa meginregluna í praksis? Listaligt talufrælsi er eitt av høvuðsevnunum sum verða umrødd á einum stórum norðurlendskum mentanarkervisfundi í Norðurlandahúsinum í næstu viku. Orðaskiftini fara ikki fram við langborðum, men við kreativum tilgongdum og øðrvísi samrøðum.Hvat hendir, tá ið eitt listafólk úr Føroyum tosar við ein savnsstjóra úr Norra um armslongdameginregluna? Hvussu broytist samrøðan um list, um hon finnur stað á einum biltúri til eitt ókent stað í føroysku náttúruni? Hvar endar pallborðskjakið, tá ið serfrøðingaleiklutir verða vendir øvugt?

Í samstarv við Nordisk Kulturfond og Norðurlandahúsið í Føroyum hevur tankasmiðjan A/nordi/c savnað 40 luttakarar úr seks norðurlendskum londum, sum í tveir dagar skulu kanna og møguliga svara hesum og mongum øðrum spurningum. Í innboðna bólkinum eru granskarir, listafólk, mentanartíðindafólk og umboð fyri mentanarstovnar, ið á hvør sín hátt arbeiða við list og mentan. Við bæði øðrvísi og verkstovulíkum umstøðum fara samrøðurnar at varpa ljós á tvey útvald evni: armslongdameginregluna og listaliga góðsku.

- Vit vóna at menna nýggjar hættir at fara undir álvarsamt kjak um tung evni og tvístøður, sigur stjóri í A/nordi/c, Eline Sigfusson, og heldur fram:

- Sum sjálvstøðugt øki er mentanarpolitikkur viknaður, men frustratiónin innan list – og mentanarheiminum gerst størri. Við De Kuraterede Samtaler halda vit “bottom up” í miðdeplinum heldur enn umboðan. Okkara vón við at føra hesi fólkini saman er at koma við nýggjum innliti, og í felag at menna eitt nýtt mál. Vit eru her fyri at tosa saman – og fyri at sameina skap og innihald á nýggjar hættir.

Við listaligum handalagi er leikbólkurin Fix & Foxy biðin um at pallseta partar av samrøðunum, ið skulu kanna og nýhugsa loysnir upp á tær tvístøður, sum eru í list og mentanarpolitikki tvørtur um landamørk og mentanir. Eitt dømi er ein biltúrur út til eitt mentanarstað, har luttakararnir hitta staðbundin listafólk og mentanaraktørar til eitt prát um mentanarlívið og treytirnar, ið list virkar undir í Føroyum.

Luttakararnir skulu eisini í felag arbeiða við at granska sambandið millum list og samfelag, tá ið teir millum annað endurskoða fatanir av listaligari góðsku og armslongdameginregluni, og kjakast um á hvønn hátt fortreytirnar fyri at býta út stuðulspengar kunnu endurhugsast. Við øðrum orðum eru tað 40 luttakarar við heilt ymiskum støði og royndum, sum í felag hava fingið til uppgávu at kjakast um samansett evni, og vónandi gera tey ítøkilig í verkstovum, sum leiða til uppskot til eina endursniðgeving av armslongd, og hugskot til at broyta fatanina av listaligari góðsku. Alt hetta fyri at menna støðuna og týdningin, ið list hevur í samfelagnum.

Hvat er Kuraterede Samtaler?
De Kuraterede Samtaler hevur A/nordi/c ment sum eitt smærri forum til stóru spurningarnar innan list og samfelag. Neyvt útvaldir luttakarir umrøða í felag tey mest týðandi evnini í løtuni og fáa fram nýggj sjónarmið. Hesum er tað tørvur á í einum geopolitiskt ófriðaligum heimi. Samrøðurnar skulu vísa nýggjar hættir at samskifta - nýggjar hættir at kjakast – og ikki minst at endurhugsa tær strukturellu fortreytirnar fyri tey norðurlendsku samfeløgini. Karmurin um De Kuraterede Samtaler er sostatt listaligur, meðan orðið er frítt. Samrøðurnar verða tær fyrstu av fleiri, ið seinni fara fram í Finnlandi og hareftir Íslandi. Vit bjóða nýggjum luttakarum við - og vónandi fáa vit møguleikan at stíla fyri einum nýggjum fundi aftur um tvey ár.

Hvat er A/nordi/c?
A/nordi/c er ein norðurlendskur miðdepil fyri list og politikk, ið hevur sæti í Keypmannahavn. Vit eru ein tankasmiðja, sum arbeiðir við vitan, kjak og virkni. Vit halda fast við, at list og tey kreativu økini geva grundleggjandi fyritreytirnar fyri savningarmegi, virði og vøkstur í okkara samfelag. Tí arbeiða vit fyri at víðka politisku møguleikarnar fyri listina og at skapa nýtt, haldbart norðurlendskt- og alheims samstarv og netverk fyri lista- og mentanaraktørar. Les nærri um A/nordi/c á okkara heimasíðu: https://anordic.org/

Um tiltakið
Stað: Norðurlandahúsið tann 13 og 14. juni 2022

Hvør: 40 luttakarir og seks ymisk Norðurlond eru umboðaði.

Millum luttakararnir eru m.a. granskarir, listafólk, mentanartíðindafólk og mentanarstovnar. Luttakararnir eru m.a. umboð frá Kunsten som Forum, Statens Kunstfond, Norðurlandaráðið, Nordisk Kulturkontakt, Tænketanken Kraft, Kunstnärsnämden, Mentamálaráðið, Hanaholmen, Sitra umframt ein røð av listafólki úr Norðurlondunum og tíðindafólk.

Listalig góðska og armslongdameginreglan: Tvey týðandi evni í norðurlendskum mentanarpolitikki. Armslongdameginreglan og listalig góðska eru søguliga tætt bundin at hvørjum øðrum og knýtt at hugsjónini um listaligt frælsi og sjálvstýri.

Samrøðurnar eru lagdar til rættis í einum samstarvi millum A/nordi/c, Nordisk Kulturfond og Norðurlandahúsinum í Føroyum.