Kunnu rinda Suðuroyartunnilin upp á 15 ár

Tað er eingin trupulleiki, sigur tingmaður fyri Fólkaflokkin

Áki Bertholdsen
15. apríl 2024 kl. 23:04

Tá ið Suðuroyartunnilin er gjørdur, er tað ikki nakar trupulleiki at rinda hann aftur. Tað heldur sigur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Hendan dagin hevði Fólkaflokkurin tiltak um Suðuroyartunnilin og sá Jørgen Niclasen ikki nakran trupulleika í at rinda fyri tunnilin.

Tað tekur eini 15 ár at rinda Suðuroyartunnilin aftur tá ið hann er gjørdur, staðfesti hann.

Hann vísir á, at bæði undanfarna samgonga, og hendan samgongan, hava eina 10 ára íløguætlan. Ein partur av íløguætlanini er at 100 milliónir verða settar av til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, um árið. 

Síðsta gjaldið er næsta ár, men hann heldur, at tað sjálvagt, at hildið verður fram við gjaldinum, men at tað hereftir fer til Suðuroyartunnilin. 

Og tá ið tunnilin er komin, sparir Landið eisini 130 milliónir um árið í halli av Smyrli. Sostatt eru 230 milliónir til taks til at rinda Suðuroyartunnilin fyri. Og 230 milliónir í 15 ár, eru 3,450 milliardir, ella tað sama, sum Suðuroyartunnilin kostar. 

Men her eru rakstrarútreiðslurnar til tunnilin ikki taldar við - men so eru inntøkurnar av bummgjaldinum heldur ikki tikið við.