Nú kom loksins tann dagurin, fólk, sum ferðast við Smyrli, hava bíðað eftir í fleiri ár. Tí nú ber tað nevniliga eisini til at keypa ferðaseðil til Smyril á internetinum.
Tað er ferðaseðil til bilar, tað ber til at keypa ferðaseðil til, bæði persónbilar, vørubilar, lastbilar, bussar, bilar hjá rørslutarnaðum og persónbil við viðfestisvogni.
Og somuleiðis ber eisini til at bíleggja pláss til motorsúkklu.
Fyrsti túrur, ferðaseðil kann keypast til á internetinum, er túrurin av Krambatanga klokkan seks, mánamorgunin, 8. juli.
Fólk, sum ferðast ofta, kunn stovna sær ein brúkara hjá Strandferðsluni og so fáa tey 15 prosent í avsláttri. Tað ber til at bíleggja ferðaseðil fram til ein tíma áðrenn Smyril siglur, og somuleiðis kann ein ferð avlýsast til ein tíma áðrenn Smyril fer.
Men tey, sum hava bílagt pláss, skulu møta á ferjuleguni minst 25 minuttir áðrenn Smyril fer, annars kann manningin vísa bilinum burtur aftur - og tey fáa ikki pengarnar fyri ferðaseðilin, aftur. Men avlýsir Smyril, fáa fólk altíð pengarnar aftur.
Tá ið koyrt verður umborð, er tað bara førarin, og børn undir sjey ár, sum kunnu vera í bilinum, øll hini skulu fara umborð eftir landgongini. Fylgjari við rørðslutarnaðum, ið ikki rindar ferðaseðil, kann eisini vera í bilinum.
Og so sigur Strandferðslan eisini, at er Smyril fullur, men sjúkrabilur, ella annað neyðsendarakfar skal við, verður bilurin, sum kom seinast umborð, koyrdur í land aftur.
Umframt at bíleggja ferðaseðil við Smyrli, ber eisini til at bíleggja ferðaseðil á netinum ímillum Klaksvík og Syðradal og ímillum Sørvág og Mykines.