Kunnu ikki fara undir Suðuroyartunnilin sum støðan er nú
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth vang, krevur sparingar og nýskipanir áðrenn vit fáa ráð at gera Suðuroyartunnilin
Ragnar Sjúrðarson
26. juli 2024 kl. 11:07
-Vit vilja øll hava ein Suðuroyar-tunnil, men vit kunnu ikki fara undir hann, soleiðis sum støðan hjá landskassanum er nú.
Tað sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth vang, í samrøðu við Dimmalætting, sum fæst til keyps í handlunum kring landið.
Í samrøðuni sigur landsstýriskvinnan, at tað er sera torført at gera størri broytingar í samfelagnum. Hon heldur, at politiska skipanin sum heild heldur, at tað ber til bert at vaksa um útreiðslurnar hjá landskassanum.
Ruth Vang sigur, at Suðuroyar-tunnilin kann vera jarnbrotið fyri at fremja sparingar og nýskipanir.
Les meira í seinastu útgávuni av Dimmalætting.