Kunnu fáa átta prosent í lønarhækking - hví ikki taka av?

Tað tykist sum um at fleiri fakfeløg bíða eftir,hvat sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa trýst Fíggjarmálaráðið til, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Áki Bertholdsen
1. november 2023 kl. 12:02

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heitir nú á Fíggjarmálaráðið og á sjúkrarøktarfrøðingarnar um at seta seg aftur við samráðingarborðið.

Samstundis undrast tey á, hvussu formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, kann siga, at fakfeløgini standa í langari bíðirøð fyri at sleppa framat samráðingarborðinum.

Hetta er ikki rætt, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

– Tað er rætt, at samráðingarnar, sum vóru byrjaðar á heysti í 2022 støðgaðu upp orsakað av, at løgtingsval varð útskrivað í ótíð.

– Tá ið nýggja landsstýrið tók við um ársskiftið, hevði landsstýrið tørv á at seta seg inn viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum – og at arbeiða við lovaða lønarlyftinum til ávísar starvsbólkar á vælferðarøkinum, áðrenn samráðingarnar kundu takast upp aftur.

Nú føra fakfeløgini eisini fram, at mátin, samráðingarnar verða skipaðar, er ikki í lagi, tí í roynd og veru hava vit ikki fríar samráðingar. Tað er tí, at landsstýrið hevur longu gjørt av, hvussu nógv lønirnar skulu hækka, og tað verða øll tvingað at halda seg til.

– Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at samráðingarnar kundu verið skipaðar enn betur, men staðfestir, at henda ábyrgdin liggur hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, hjá arbeiðsgevarunum og fakfeløgunum í felag.

– Almennu og kommunalu arbeiðsgevararnir hava seinastu árini í stóran mun samskipað sínar samráðingar. Tíðin er kanska komin til, at fakfeløgini royna tað sama, siga tey.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skrivaði undir sáttmála við Heilsurøktarafelagið í juni mánaði í 2023.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðist í løtuni við fleiri fakfeløg, eisini Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Pedagogfelag.

Fleiri fundir hava verið ímillum partarnar, og fleiri viðurskifti eru við at fáast í rættlag, men onnur viðurskifti, sum partarnir ikki finna semju um, liggja eftir, so sum vanligt er.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur, at fleiri fakfeløg, har sáttmálarnir eru farnir úr gildi, eru ikki altrá eftir at koma til samráðingarborðið.

– Hví so er, kunnu vit ikki vita við vissu, men tað tykist, sum um at fleiri fakfeløg bíða eftir, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kann trýsta Fíggjarmálaráðið til at gera ein enn betri sáttmála enn onnur fakfeløg á almenna og privata sáttmálaøkinum hava gjørt fyri sama tíðarskeið, sigur felagið.

– Karmurin, sum higartil er latin, og sum stendur fakfeløgunum í boði, er ein lønarhækking upp á 3,8 prosent frá 1. oktober í fjør og so 4,04 prosent afturat frá 1. oktobur í ár.

– Hetta merkir, at fakfeløg, sum gera sáttmála beinanvegin, fáa eina lønarhækkan á eini átta prosent - umframt løn goldna afturvirkandi í upp til eitt ár.

– Hví ikki taka av? Kommunala Arbeiðsgevarafelagið bjóðar øllum fakfeløgum, hvørs sáttmálar eru farnir úr gildi, vælkomnum til samráðingarborðið, sigur felagið í eini fráboðan í dag.