Kunningarfundur um vitjan av Brasilska matvørumyndugleikanum

Í dag hava umboð fyri vinnuna verið á fundi á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har kunnað var um komandi vitjan av brasilska matvørumyndugleikanum MAPA.

Tíðindaskriv - Heilsufrøðiliga starvsstovan
5. juni 2024 kl. 23:00

Sum áður kunnað, hevur matvørumyndugleikin í Brasil, MAPA, boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá eini eftirlitsvitjan í Føroyum í døgunum 17 - 26. juni 2024. Heilsufrøðuliga starvsstovan hevur boða MAPA frá, at verkfall er í løtuni, og kann hetta møguliga ávirka eftirlitsvitjanina, um vitjanin verður sum ætlað.

Fundurin í dag var kunning í sambandi við hesa vitjan. Uppmøtingin var góð og fólk vóru sum heild væl nøgd at fáa høvi at umrøða ivamál í sambandi við vitjanina. Fyrst greiddi Uttanríkistænastan frá handilsavtalum sum heild. Síðani greiddi Taks frá upprunareglum, ið kunnu vera ymiskar, alt eftir avtalum og umstøðum.

Eftir ein kaffisteðg greiddi Bárður Enni stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá um gongdina at fáa veterinera handilsavtalu millum Føroyar og Brasil, ið byrjaði í 2013.

At enda varð greitt frá skránni, har brasilski myndugleikin vitjar á virkjum og skipum kring landið, og kunnað varð um, hvussu hesi skulu fyrireika seg til vitjanina.

Tá vitjanin er liðug og endalig frágreiðing er skrivað av MAPA, fær HFS at vita, hvussu útflytast kann til Brasil og allar aðrar viðkomandi upplýsingar í hesum sambandi.