Hósdagin 17. november klokkan 14.30 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir. Fundurin verður í Kongshøll.
Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og serliga hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.
Greitt verður frá umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta spurningar.
Fundurin verður hildin á føroyskum.
Í næstum verður eisini ein netfundur á enskum.
Tvær stuðulsskipanir við somu freist
Á fundinum verður kunnað um tvær ymsar stuðulsskipanir við somu umsóknarfreist, 15. februar 2023 klokkan 12.
Skipanirnar eru:
- Stuðul til gransking, har tað væntandi eru 7,5 milliónir krónur tøkar, hetta er treytað av fíggjarlógarjáttan 2023.
-Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking, har upp til 2,5 milliónir krónur eru tøkar í hesum umfarinum.
Les meira um møguleikar, treytir og freistir á https://www.gransking.fo/fo/studulsskipanir/
Kelda: Granskingarráðið