Í dag kl. 13 skipar Granskingarráðið fyri kunningarfundi í Miðnámi á Kambsdali um vinnu ph.d.-stuðul og aðrar stuðulsmøguleikar.
Hevur tú hugsað um eina granskingar- ella menningarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu? Hevur tú brúk fyri fíggjarligum stuðli til hetta?
Ein møguleiki er at søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir. Granskingarráðið hevur møguleika at stuðla 3 verkætlanum við upp til 1 mill. kr. hvør. Kunnað verður um, hvussu tit kunnu søkja stuðul til eina slíka verkætlan. Greitt verður frá endamálinum við vinnu ph.d.-skipanini og krøvunum til umsóknir.
Ein annar møguleiki er at søkja stuðul til vinnuverkætlanir frá Horizon 2020. Her eru fleiri ymsar skipanir til ymisk stig í verkætlanunum. Greitt verður frá ymsu møguleikunum og krøvunum til hvørja skipan.
Eisini verður høvi at seta spurningar og fáa beinleiðis vegleiðing um ymsu skipanirnar.
Øll eru vælkomin.
Mikudagin kl. 15 er fundur í Vinnuhúsinum í Havn.
Hósdagin kl. 15 er fundurí Suðuroyar Sparikassa í Vági