Nú má Búskaparráðið eisini seta kikaran á almennu umsitingina og at meta um, antin hon er ov stór, ella ikki.
Í hesum sambandi verður eisini neyðugt at hyggja at, um bygnaðurin í almenni umsitingini er tann rætti til føroyska samfelagið.
Tað halda teir báðir fyrrverandi topp-politikararnir, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard.
Í sendingini, Stjórnin, á FM1 í gjár, umrøddu teir tilmælini hjá Búskaparráðnum hesa seinastu tíðina um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at fáa haldførið í føroyska búskapin.
Í longri tíð hevur Búskaparráðið gjørt rættiliga nógv burtur úr, at føroyski búskapurin ikki er haldførur.
Tey hava eisini nógv tilmæli um, hvussu haldførið kann fáast í búskapin. Ein høvuðsboðskapur hevur verið at pensjónsaldurin má hækka fleiri ár.
Annars hava tey mælt til, at almennar studningsskipanir verða tiknar av og at skattalættin til sjómenn, og tey, sum arbeiða uttanlands, verður tikin av.
Nýliga hava tey eisini mælt til fara frá fiskivinnudagaskipanini vit nú hava, og at leggja um til eina kvotuskipan, tí tey halda, at tað er einasti máti at fáa fiskiflotan undir Føroyum, burðardyggan.
Men tað er eitt, sum undrar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavík, og fyrrverandi løgtingsmann og landsstýrismann, stórliga, og tað er, at Búskaparráðið ikki umrøður tað almennu fyrisitingina.
Almenna umsitingin verður ikki umrødd við einum einasta orði, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann veit ikki hví so er, at Búskaparráðið ikki grettir eitt orð um almennu umsitingina og kannar eftir, hvussu nógv almenn starvsfólk eru, og hvussu almenna umsitingin er skipað
Hann er sannførdur um, at ein gjøgnumgongd av almennu umsitingini hevði verið tað skjótasta tiltakið at fingið føroyska búskapin haldføran.
– Eg havi tosað við ein búskaparfrøðing og hann segði, at um so ein triðingur av almennu starvsfólkunum fóru til hús, hevði eingin uppdagað nakað sum helst, segði Tórbjørn Jacobsen í Stjórnini.
Jóannes Eidesgaard, sum er fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður, og eisini løgmaður, er samdur. Hann heldur, at vit mugu tola at taka hesi viðurskiftini til umrøða. Vit eiga at tora at spyrja um almenna umsitingin er vorðin ov stór, heldur hann.
Hann vísir á, at vit hava níggju aðalráð í dag, og tað er gerandiskostur at síggja lýsingar eftir løgfrøðingum og fulltrúum til almennu umsitingina.
Hann spyr eisini um tað er nakar, sum fylgir við, hvat hesi ráðini í roynd og veru, gera. Er tað nakar sum veit, hvat liggur eftir, tá ið arbeiðsvikan er av, spyr hann.
–Tað skal eisini undir kikaran, sjálvandi skal tað tað, sigur Jóannes Eidesgaard.