Kúllarnir í Amatøroyar: - Tað ber til at gera poddar sum fólk vilja gjalda fyri

Prikandi vertirnir í Amatøroyar staðfesta, at tað ber til at gera poddvarp í Føroyum, sum fólk vilja gjalda fyri. Vertirnir sakna tó, at øll kunnu lurta uttan at gjalda, og tí verður gjaldsveggurin nú tikin burtur av poddvarpinum

Sigurjón Einarsson
1. juli 2021 kl. 14:03

– Varðin má bara yvirtaka Strandferðsluna, um ferjurnar blíva við at krasja á Sandoynna. Og eru óhappini eitt tekin um, at hægri maktir ikki vilja knýta Sandoynna upp í verðina?

Hetta og fleiri onnur evni verða tikin upp og umrødd í føroyska satiru-poddvarpinum, Amatøroyrar, har Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen eru vertir.

Síðani í september í fjør, hevur gjaldsveggur verið á Amatøroyum á síðuni Patreon, har útvið 1.000 hava goldið 30,- krónur um mánaðin, fyri at hoyra vertirnar báðar prika og venda ymiskum evnum, ið stinga seg upp í føroyska samfelagnum, men nú hava teir avgjørt, at Amatøroyar aftur skal verða ókeypis at hoyra.  

– Vit fara at gera færri poddar nú. Tað merkir, at vit framleiða nýggjar, tá vit hava hug og tíð. Vit sakna, at øll kunnu lurta uttan at gjalda. Vit sakna tað fría grundarlagið, sum vit byrjaðu við, har ongar bindingar vóru á okkum. Ella lurtaranum, siga Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen.

Hóast avgerðin er tikin, at prikandi poddvarpið nú aftur skal vera ókeypis, so staðfesta vertirnir, at tað gott kann loysa seg at gera poddvarp, sum fólk vilja gjalda fyri, tí við at hava Amatøroyar á Patreon-síðuni, so gav tað teimum báðum eina bruttoinntøku á 30.000 krónur um mánaðin.

– Vit skulu eins og allar fyritøkur gjalda til landskassan, umframt eitt gjald til platformin, ið vit brúka. Tá tað er sagt, so er virksemið á Patreon ein staðfesting av, at tað ber til at gera poddar, sum fólk vilja gjalda fyri.

– Vit hava heldur ikki nakra sponsoravtalu, sum skal fíggja poddarnar hjá okkum í framtíðini, siga vertirnir báðir.

Allir 50+ poddarnir kunnu hoyrast á Soundcloud, Apple Podcasts og Spotify eftir summarferiuna, stendur at lesa á Facebook-vanganum hjá Amatøroyar.