KT-felagið fegnast um at Vakstrarforum setur sjóneykuna á vakstrarmøguleikarnar innan KT

KT-bólkurin hevur nú handað tilmæli síni til Vakstrarforum at arbeiða víðari við. Serliga er tað KT-útbúgvingar og keyp av føroyskum KT, sum skulu raðfestast, heldur KT-felagið

Sigurjón Einarsson
24. januar 2022 kl. 12:56

KT-felagið heldur, at sum ein framkomin pinkutjóð, so hava Føroyar eyðsýndar fyrimunir, tá ræður um at gera loysnir til stórar og samansettar avbjóðingar.

– Tað er skjótt frá ætlan til loysn, tí samfelagið er lætt at yvirskoða og stýra, heldur KT-felagið. 

Í november í fjør hevði Vakstrarforum eina framløgu, har tað kom fram, at málið er, at KT-vinnan skal meira enn tvífaldast fram til 2030, so vinnan veksur úr 2,5 prosentum upp í seks prosent av BTÚ, sum er umleið ein milliard krónur. Útflutningurin av KT skal økjast úr 100 milliónir krónur og upp til 600 milliónir krónur.

– Verða átøkini verksett, sum Vakstrarforum hevur sett á breddan, er lítið at ivast í, at málið fyri vøkstur kann røkkast. Hetta er tí ein spurningur um vilja hjá almennu Føroyum og eisini frá privatu vinnuni, eins og tað er týdningarmikið at føroyingar síggja fyrimunir í at gera íløgur í føroyska KT-vinnu, skrivar KT-felagið í tíðindaskrivi.

– Tað almenna er ein týðandi katalysator í hesi tilgongd. Við at halda fast í framhaldandi talgilding av almenna geiranum fyri bæði land og kommunur og við at lata føroysku KT-vinnuna gera loysnirnar, ber til at skapa góðar loysnir, sum vit í Føroyum hava ræði á. KT-vinnnan fær á henda hátt eisini møguleika til, at veita serloysnir til føroyingar og at gera loysnirnar soleiðis, at tær kunnu tillagast heimsmarknaðinum og skapa útflutning.

KT-vinnan sigur seg vera til reiðar at taka felags lógvatak, fyri at stuðla undir málsetninginum, at KT-vinnan skal tvífaldast fram til 2030. 

- Fleiri útbúnar hendur skulu til, og ein byrjan varð løgd í fjørð, tá løgtingið gav Setrinum hægri játtan til KT-útbúgvingar, skrivar KT-felagið.

– Vit høvdu kunnað havt KT-fyritøkur í Bakkafrost-klassanum 
Føroyska KT-vinnan hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Vinnan hevur staðið seg sera væl í kappingini við útlendskar fyritøkur, og hevur henda vinna eisini sýnt bæði áræði og dirvi til at ganga nýggjar leiðir.

Stjóran í FarPay, Sámal Samuelsen, segði við Dimmalætting í oktober í fjør, at føroyska KT-vinnan kundi verið nógv størri, um vit høvdu nóg nógv útbúgvið fólk innan KT-økið, tí tað manglar í stóran mun fólk við KT-útbúgving í Føroyum. 

– Føroyar skuldu havt verið við heilt frá byrjan. Tað hevði heilt víst skapt nógv størri virðir fyri Føroyar, um fleiri føroyingar kundu tikið eina KT-útbúgving í Føroyum, heldur enn at føroyska samfelagið stuðlar útlendskum reiðaríðum við føroyskt útbúnum skiparum og maskinmeistarum, segði Sámal Samuelsen, stjóri í FarPay, við Dimmalætting í oktober í fjør. 

Stjórin í FarPay heldur, at Føroyar eiga nógv góð KT-talent, men avbjóðingin hevur allatíð verið, at fingið nóg mikið av útbúnum KT-fólkum at nøkta tørvin og vera við at menna møguleikarnar fyri einari enn størri KT-vinnu í Føroyum.

– Vit høvdu kunnað havt KT-fyritøkur í Bakkafrost-klassanum í Føroyum, um tað er ella hevði verið politiskur vilji, fyri at seta fleiri KT-útbúgvingar á stovn í Føroyum, sigur Sámal Samuelsen.