Kongahúsið sendi fyri løtu síðan eitt tíðindaskriv, har tey gera vart við, at Krúnprinsessa Mary hevur fingið staðfest koronu.
Kongahúsið sigur, at inntil víðari hava ikki onnur í kongafamiljuni fingið staðfest koronu.
Tíðindaskrivið frá Kongahúsinum ljóðar soleiðis:
“H.K.H. Krúnprinsessan varð í dag, mikudagin 15. desember 2021, staðfest positiv fyri koronu.
Hennara Kongaliga Hátign er farin í sóttarhald í Frederik VIII borgini á Amalienborg. Koronusmitta er ikki staðfest hjá nøkrum øðrum limum í familjuni.
Kongahúsið hevur, í samband við kanningarúrslitið, ráðført seg hjá Styrelsen for Patientsikkerhed viðvíkjandi smittusporing. Krúnprinsessan verður verandi í sóttarhaldi, inntil tað, eftir galdandi rætningslinjum, aftur er trygt at fara úr sóttarhaldinum”.
Krúnprinsessa Mary, sum var doypt Mary Elizabeth Donaldson, er fødd tann 5. februar 1972 í Hobart í Tasmania, Avstralia.
Mary Donaldson og Krúnprins Frederik hittust undir OL í Sydney í 2000, og tey giftust í Dómkirkjuni í Keypmannahavn tann 14 mai 2004, tá hon so fekk navnið Krúnprinsessa Mary.
Mary og Frederik eiga fýra børn.