Kanningar vísa eisini, at um rundkoyringar verða gjørdar, so minka tær um títtleikan av óhappum á krossvegum um ongar royndkoyringvar vóru gjørdar.
Hvar eiga so rundkoyringar at verða gjørdar?
Tað eru fleiri staðni, at rundkoyringar mugu gerast og eg ætlaði bara at nevna nakrar krossvegir.
Krossvegurin Granagøta og Velbastaðarvegurin serliga síðani, at Sandoyartunnilin (Eitt fantantiskt framstig) lat upp er hesin krossvegurin vorin vandamiklari.
Krosvegurin Velstaðarvegurin og Marknagilsvegurin.
Krossvegurin Flatarvegur, Óluvugøta og Vegurin Langi
Vegurin Langi og Løgmannabreyt.
Hetta er bara nakrir krossvegir, ið eg her og nú komi í tankar um, her høvdu rundkoyringar økt munandi um ferðslutrygdina og fingið ferðsluna at glíða betur. Tí er tað alneyðugt at eitt miðvíst arbeiði verður sett í verk at betra um ferðslutrygdina við krossvegirnar í Tórshavnar Kommunu og rundkoyringar verða gjørdar har tað neyðugt.
Vit í Fólkaflokkinum seta ferðslutrygdin í hásæti! Vit skulu øll kunna fara trygt til
okkara dagliga virki og trygt heimaftur!
Andreas Thomsen
Valevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu