Tað er møguligt, at títtleikin fyri krossbandsskaðar er størri millum føroyingar enn útlendingar, men tað ber ikki til at staðfesta við vissu.
Niclas Eysturoy, lækni undir útbúgving til ortopedkirurg á Landssjúkrahúsinum, sigur, at neyv hagtøl eru ikki fyri, hvussu ofta føroyingar fáa krossbandsskaða, men at illgruni er um, at talið kanska er hægri enn aðrastaðni.
- Vit síggja tey, sum skulu skurðviðgerast, og vit fáa diagnoserað tey her. Men tað verður ikki dokumenterað í tølum, sigur Niclas Eysturoy.
Niclas Eysturoy stendur á odda fyri stórari kanningarverkætlan, ið millum annað skal staðfesta, hvussu stórur títtleikin er fyri knæskeljakeiking í Føroyum, og hvørt ein møguligur øktur títtleiki stendst av arvafrøðiligum orsøkum. Knæskeljakeiking er, tá knæið fer úr lið.
Men hóast granskingarverkætlanin hjá Niclasi Eysturoy snýr seg um knæskeljakeiking, eru eisini spurningar um krossbandsskaðar knýttir at spurnaskjalinum, ið Niclas Eysturoy og hansara toymi hava sent til næstan 4000 føroyingar í aldrinum frá 15 til og við 19 ár.
Spurningarnir um krossbandsskaðar eru til post. Doc. Verkætlan hjá Pætur Mikal Holm á Syddansk Universitet, og av teimum umleið 1000 spurnaskjalunum, ið Niclas Eysturoy hevur fingið aftur, hava 16 svarað, at tey hava upplivað at slíta krossbandið. Her skal kortini gerast vart við, at hetta er talan um ung fólk frá 15 til 19 ár.
Skeivar gaggur elva til krossbandsskaðar
Donsk gransking hjá Filip Gertz Lysdal vísti herfyri, at danskir fótbóltsleikarar eru í vanda fyri at gera skaða á krossbondini, um teir spæla í skeivum gaggum á skeivum undirlagi. Vandin at slíta sær krossbondini er stórur, um tú spælir í gaggum, ið eru gjørdar til gras, á graslíki, vísir granskingin hjá Filip Gertz Lysdal.
Hóast gaggurnar síggja sera eins út, eru tær ikki gjørdar heilt eins undir botninum, og gaggurnar til graslíki eru gjørdar soleiðis, at tað skal vera lættari at sneiða á undirlagnum. Nýtir tú hinvegin grasgaggur á graslíki, situr tú 40 prosent fastari í undirlagnum, og hendan mótstøðan fer síðani upp í beinið.
Fótbóltur og hondbóltur stóru syndararnir
Sum nevnt omanfyri, eru ikki hagtøl fyri, hvussu ofta føroyingar slíta sær krossbondini, men Niclas Eysturoy sigur, at tey merkja, at títtleikin økist, bæði tá fótbótsáriðog hondbótsárið fara í gongd.
Báðar ítróttirnar eru tað, sum á enskum kallast ”pivot”-ítróttir – ítróttir, har íðkarin snarar ella sneiðir um egnan aksa.
- Graslíki hevur leingi verið ræðuligt, men tað er vorðið betri og betri. Tú stendur ikki líka fastur í undirlagnum meira. Tað er tað, sum er trupulleikin – at tú stendur ov fastur í tí, sigur Niclas Eysturoy og greiðir frá, at samband hevur eisini verið við FSF um at fáa sett í verk gransking av føroyskum fótbóltsleikarum og krossbandsskaðum.
- Somu søgu hevur tú sæð í innandura ítrótt. Tað veldst um, hvat undirlagið er. Tað gamla trægólvið, har tú kundi glíða eitt sindur, var tað besta, tí har stóðst tú ikki so fastur, sigur Niclas Eysturoy og leggur aftrat, at havast skal eisini í huga, at tá harpiks er á gólvinum, sum í hondbólti, er vandi fyri, at íðkararnir sita uppaftur fastari.
Les meira um stóru granskingarverkætlanina hjá Niclasi Eysturoy í Dimmalætting hesa vikuna, sum fæst í sølubúðum kring alt landið, og sum kann lesast á netinum her.