Filip Gertz, ið arbeiðir sum granskari á DTU í Lyngby, granskar í fyribyrging av ítróttarskaðum. Hann er bilsin, at fótbóltsleikarar ikki brúka teir røttu fótbóltsskógvarnar í mun til undirlagið.
Tað kemur fram í innslagið í donsku ítróttarsendingini á 3+, Onside, har hann gevur sína meining til kennar, eftir at Brøndby-leikarin Kevin Mensah sleit krossbandið í Silkeborg næstseinasta vikuskiftið.
Kevin Mensah er væntandi úti við krossbandsskaða í eitt ár, tí hann, sambært Filip Gerts, ikki brúkti fótbóltsskógvar, ið eru roknaðir til graslíki. Hann spældi við fótbóltsskóm til vanligt gras í útidystinum móti Silkeborg, har vøllurin er av graslíki.
Her ber til at síggja innslagið, har granskarin greiðir frá um munin á fótbóltsskóm til graslíki og vanligt gras, har fótbóltsskógvar við merkinum AG (Artificial Ground) eru gjørdir til graslíki, meðan fótbóltsskógvar við merkinum FG (Firm Ground) eru til vanligt gras.
Eisini ber til at trýsta her at síggja innslagið: