Spania vann í kvøld 3-0 ímóti Kroatia í fyrsta dystinum í bólki B í EM endaspælinum, sum er í Týsklandi.
Undan dystarbyrjan var tað spenningur um, hvussu væl upplagdir paniumenninir fóru at vera, og um kroatisku stjørnurnar fóru at megna at gera nakað við Spania.
Frá fyrsta bríksli var tað Spania, sum hevði tak á bóltinum og spælinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki loftaðu kroatarnir sær, men teir megnaðu ikki at vinna seg til upplagdar málmøguleikar.
Spania hevði tó betri tak á tí, og tá ið ein lítil hálvur tími var farin, eydnaðist tað Spania at leggja seg á odda. Tað var Atletico Madrid álopsspælarin Alvaro Morata, sum takkaði fyri finu sendingina frá Fabian Ruiz og setti bóltin í málið.
Fýra minuttir seinni var tað Fabian Ruiz, sum umboðar PSG í París, sum økti um sponsku leiðsluna til 2-0, tá ið hann á brotsteigarmarkinum sneiddi seg leysan og setti bóltin í netið.
Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, økti Spania um leiðsluna til 3-0, sum eisini varð úrslitið. Lamine Yamal legði innfyri úr høgru, og Dani Carvajal setti bóltin í netið.
Eftir steðgin hevði Kroatia nógvir royndir ímóti spanska málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Heldur ikki tá ið dómarin tíggju minuttir undan leikloki bríkslaði fyri kroatiskum brotssparki. Innskifti Bruno Petkovic royndi seg úr ellivu metrum, men Unai Simon í spanska málinum bjargaði.