Kristina og Lena framføra á Sørvágsfirði

Fyriskipararnir handan Flótandi tónar hava nú kunngjørt fleiri nøvn, sum 3. juli spæla umborð á Westward Ho á Sørvágsfirði

Fríðmundur Nattestad
25. juni 2024 kl. 13:07

Fyrstu konsertirnar við Marius og Vágaverki við Jóan Jakku og Sámal Ravnsfjall 2. juli eru longu útseldar, og eru bert nakrar heilt fáar eftir til Marius klokkan 13. Tískil hava fyriskipararnir sett tvær konsertir afturat á skrá. Tær vera mikudagin 3. juli. Fyrra konsertin verður við Kristinu Bærendsen klokkan 16, og Lena og Niklas framføra klokkan 19.


- Vit lova nakrar heilt serstakar konsertir umborð á 140 ára gomlu sluppini Westward Ho, sum er ein uppliving í sjálvum sær, meðan siglt verður í sera náttúruvøkrum umhvørvi har gandakendi Tindhólmur og Drangarnir spenna seg út, siga fyriskipararnir av tiltakinum Flótandi tónar. 

Afturat tí verður staðkendur vertur umborð.

- Verturin kann eitt nú svara spurningum um Tindhólm, Drangarnar, Múlafoss, Bø ella annað, sum sæst á túrinum, og hann kennir eisini nógvar stuttligar søgur. So fólk kunnu bæði hoyra góðan tónleik og fáa vitan um økið, eru tey áhugaði í tí, greiða fyriskipararnir frá.

Fólk nýtast ikki at vera svong umborð, tí borðreitt verður við leskiligari fiskasúpan við onkrum søtum omaná, sum er matgjørt av lokalum kreftum.

Túrarnir vara í mesta lagi 2 tímar, og siglt verður einans í Sørvágsfirði.

- Sørvágsfjørður er sera veðurgóður, og tí eru túrarnir hóskandi til tey, sum ikki eru so stinn á sjónum. Leggjast kann afturat, at Flótandi tónar er ein serstøk uppliving har allir sansirnir verða stimbraðir, siga fyriskipararnir.

Til ber at lesa meira um konsertirnar og at keypa atgongumerki á seatravel.fo