Kristin Michelsen stillar uppaftur

Í kvøld er vorðið alment, at Kristin Michelsen, borgarstjóri, stillar uppaftur á kommunuvalinum, sum verður 10. november

Sveinur Tróndarson
17. oktober 2020 kl. 22:54

Borgarstjórin á Tvøroyri stillar uppaftur. Tað boðar Kristin Michelsen sjálvur frá í teldubrævi til Dimmalætting í kvøld.

Í eina tíð hava søgur gingið um, at Kristin Michelsen arbeiddi við sínum egna lista, og nú er tað greitt, at hann gera tað – á Felagslistanum.

Umframt Kristin Michelsen er eisini Anita Vibergsdóttir á listanum, umframt Alvi Mortensen, Ólavur Rasmussen og Reidar Simonsen at finna á felagslistanum.

Harumframt eru Jónleyg Jespersen Bech, Mina Joensen, Júst Albinus Johannesen, Jónhild Midjord Nybo, Rasmus Rasmussen og Frits Strøm eisini á listanum.

Av teimum, sum stilla upp fyri felagslistan, sita trý í býráðnum. Anita Vibergsdóttir varð vald fyri Borgaralistin, og Kristin Michelsen og Alvi Mortensen fyri Kommunulistan.