Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri. Tað er greitt eftir býráðsfund í dag, har nývalda býráðið skipaði seg.
Hann varð valdur til borgarstjóra í 2003 og hevur sitið síðani.
Samtykt bleiv við 4. atkvøðum fyri og 3. blonkum, at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra. Og samtykt bleiv við 6. atkvøðum fyri og einari blankari at velja Anitu Vibergsdóttir til varaborgarstjóra. Nevndarval til komandi býráðssetuna verður avgreitt á øðrum býráðsfundi seinni í ár.
Nývalda býráðið, sum tekur við 1. januar, er:
Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Barbara Michalina Tausen, Alvi Mortensen, ið blivu vald á Lista T, Felagslistanum. Bjarni Hammer og Eyð Eidesgaard, ið vórðu vald á Javnarlistanum, og Arnfinn Bech, ið varð valdur á lista F.
Á myndini eru tey, frá vinstru: Arnfinn Bech, Eyð Eidesgaard, Bjarni Hammer, Anita Vibergsdóttir, Barbara Tausen, Kristin Michelsen og Alvi Mortensen.