Kristin Michelsen fekk reinan meiriluta - aftur nú
Javnaðarflokkurin tapti - og ein nýggjur flokkur fær nú sætið í býráðnum
Áki Bertholdsen
12. november 2024 kl. 21:54
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, vann - enn eina ferð - reinan meiriluta á Tvøroyri.
Listin hjá honum, Felagslistin, fekk næstan 50 prosent av atkvøðunum og fekk fýra av teimum sjey býráðslimunum.
Á seinasta býráðsvali fekk hansara listi eisini fýra av teimum sjey býráðslimunum
Hinvegin tapti Javnaðarflokkurin valið og fekk bara tveir býráðslimur. Men ein nýggjur listi, listi F, fekk ein býráðslim, nevniliga Arnfinn Bech.
Sostatt er lítil ivi um, at hevur Kristin Michelsen hug til tað, heldur hann fram sum borgarstjóri.
Her er n+yggja býráðið á Tvøroyri: