Kristin bólkur ber fram sjónvarpslýsing móti Trump

Ein tvørkirkjulig rørsla av kristnum amerikanarum hevur gjørt eina virkisætlan, ið skal minka um stuðulin fyri Trump hjá evangeliskum veljarum. - Hann hevur brúkt kristindómin til síni egnu endamál, sigur rørslan

Sigurjón Einarsson
20. oktober 2020 kl. 13:54

Hendan tvørkirkjuliga rørslan er ein sokallað PAC (political action commitee, red.) og kallar seg “Not Our Faith”. Tey ætla at brúka nakrar milliónir krónur uppá lýsingar, ið venda sær til evangelisk kristnar- og katólskar veljarar í serliga Pennsylvania og Michigan, skrivar AP-tíðindastovan.

Fyrsta lýsingin er longu gjørd og kann síggjast her:

Í sjónvarpslýsingini verður lagt eftir sitandi forseta fyri at misnýta kristnan retorikk og ikonografi til egin endamál. Seinasta dømi er ein mynd uttanfyri St. John´s Episcopal Church í Washington fyrr í ár, eftir at løgreglan hevði tømt Lafayette-torgið við táragassi og piparsprey, so Trump kundi taka mynd við bíbliu í hendi.

- Tey kristnu hava ikki brúk fyri Trump til at frelsa tey. Sannleikin er, at Trump hevur brúk fyri tey kristnu til at frelsa sítt veika valstríð, er millum annað at hoyra í lýsingini, sambært AP.

“Not Our Faith”-rørslan finst at Donald Trump, tí hann roynir at fáa trúgvandi veljarar á sína síðu við at koma við uppáhaldum, at tað hevði sárað Guð, um tey velja Joe Biden sum forseta.

Biden er sjálvur ein praktiserandi katolikkur, sambært tvørkirkjuligu rørsluni.

Tvørkirkjuliga rørslan ynskir at røkka og heita á trúgvandi amerikanarar, ið eru knýtt at ymsum kirkjum og samkomum, um at forða fyri, at Trump verður afturvaldur.

- Trump hevur verið eitrandi fyri okkara politikk, og hevur verður eitrandi fyri okkara kirkjur, samkomur og samfelag, stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá “Not Our Faith”-rørsluni.