Grønlendska fjarskiftisfelagið Tusass, har Kristian Reinert Davidsen er stjóri, hevur ein fingur við í spælinum, tá fylgisveinurin GreenSAT verður sendur út í rúmdina sunnudagin.
Fylgisveinurin skal veita grønlendingum í Norður- og Eysturgrønlandi betur internet.
– Tað er ikki hvønn dag, at hetta hendir. Vit í Tusass eru errin av, at íløgan til ein nýggjan fylgisvein nú er komin hartil, at fylgisveinurin verður sendur út í rúmdina, stendur at lesa í einum tíðindaskrivi frá Tusass, sambært Sermitsiaq.
Fylgisveinurin skal sendast upp sunnudagin við einari SpaceX-rakett, har navnframi Elon Musk er forstjóri.
Grønlendska fjarskiftisfelagið upplýsir, at fylgisveinurin er uppkallað eftir Grønlandi, og hevur fingið navnið GreenSAT.
(Mynd: Tusass)