Krígssavnið fingið stórfingna gávu

Leygardagin 8. mai 2021 var móttøka á Krígssavninum í sambandi við at savnið fekk handað stóra skjalasavnið hjá Niels Juel Arge, sála

Sigurjón Einarsson
10. mai 2021 kl. 08:52

Leygardagin fekk Krígssavnið í Vágum handað skjalasavnið hjá Niels Juel Arge, sála.

Hetta savnið er grundarlagið undir dygdar bókaverki hansara í seks bindum, “Stríðsárini 1940-45”, sum kom út seinast í 1980-árunum.

Tað er einkjan, Petra, og eftirkomarar teirra, sum hava tikið ta støðu, at skjalasavnið skal verða ogn hjá Krígssavninum.

Krígssavnið sigur seg fegnast um gávuna, sum verður hent í arbeiðnum hjá savninum og tøk hjá øllum, sum vilja granska í hesum týdningarmikla tíðarskeiði, sum seinni heimsbardagi er í Føroya søgu.

Dagbókin frá apríl 1940

Niels Juel Arge skrivaði dagbók um hendingarnar í 1940, og hendan dagbókin var ein uppistøða til útgávuna av flaggsøguni, sum kom út í 1980.

Eftir tað fór hann undir bókarøðina um stríðsárini, sum kom út árini 1985-90. Eisini hendan røðin hevði uppruna í dagbókini frá 1940.

Fakta:

Tað var hin 1. apríl 2008, at fyrsti fundur at stovnað Krígssavnið varð hildin. Tað vóru Felagið Vágar og Vága Kunningarstova, sum tóku stig til fundin.

Umboð fyri ferðavinnuna í Vágum, kommunurnar, Lions Club og bygdasøvnini í Vágum vóru eisini við á tí fundinum.

Tann 22. mai 2018 varð fyrsta byggistig av arbeiðnum at gera gamla SOR-bygningin til Krígssavn, handað.

Í summar, frá 1. mai til 30. september 2021 verður Krígssavnið opið í vikuskiftunum: Leygardag og sunnudag frá klokkan 14 – 17.

Aðrar tíðir ber til at vitja savnið eftir avtalu – ring tlf. 221940