Russiska innrásin í Ukraina er byrjað.
Klokkan trý í nátt føroyska tíð helt russiski forsetin, Vladimir Putin, sjónvarpsrøðu til russisku tjóðina, har hann segði, at hann hevði avgjørt at seta herin inn í eystara part av Ukraina, fyri at verja separatistar í Donetsk og Lugansk móti “valdsgerðum og fólkamorði”. Samstundis segði hann, at hann hevði givið loyvi til álop í Donbass í eystara partinum av Ukraina.
Putin mælti ukrainskum hermonnum til at leggja vápnini í stundini og lovaði harðar revsingar til tey, ið fóru at royna at steðga framgonguna hjá hansara herliðum.
Samstundis ávaraði russiski forsetin onnur lond, um ikki at blanda seg í hernaðarligu atsóknirnar hjá Russlandi.
– Øll uppílegging fara at fáa álvarsligar avleiðingar, sum eingin áður hevur sæð í søguni, segði Vladimir Putin í sjónvarpsrøðuni.
Putin ákærdi USA og teirra sameindu fyri ikki at lurt eftir russiska kravinum um, at Ukraina ikki skal gerast partur av Nato.
Í røðuni kom eisini fram, at Vladimir Putin ikki hevur ætlanir at hertaka Ukraina, men at tað er upp til fólkið í Ukraina at avgerða, hvør stýrir í landinum.
Hesir býir eru álopnir
Tað var meðan ST helt kreppufund, at Russland leyp á fleiri ukrainskar býir, har fleiri strategisk bumbumál eru bumbað, sambært útlendskum miðlum.
Spreingingar hava verið í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev, men tað er greitt, at Russland hevur lopið á býir um alt Ukraina.
Bæði BBC og CNN siga frá, at spreingingar eisini hava verið í Kharkiv, nær við russiska markið í norði, har stríðsvognar eisini eru at síggja, í havnarbýnum Odessa í syðra partinum av landinum og Mariupol, ið liggur í Donetsk-lýðveldinum, har separatistar hava havt valdið í parti av Donetsk síðan 2014.
Ukrainska stjórnin sigur, at landið er lýst í hernaðarliga undantaksstøðu.
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur heitt á fleiri heimsleiðarar um at steðga Putin.
– Vit hava brúk fyri revsitiltøk móti Russlandi í stundini umframt verju og fíggjarligan stuðul til Ukraina.
– Latið loftrúmið aftur. Heimurin má noyða Russland til frið, skrivar Zelenskyj á Twitter.
Fólk streyma úr Kiev og hinum stóru býunum
Tað eru langar røðir av bilum, ið er á veg úr ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev. Eisini metrostøðin í høvuðsstaðnum er stúgvandi full av fólki, og mong av teimum hava stórar viðføristaskur við sær.
Eyka tok eru sett inn, sum skulu flyta fólk úr eystara parti av Ukraina umframt í økinum kring Odessa í syðra partinum av landinum.
Útlendskir miðlar skriva, at sama støða er í fleiri stórum býum í Ukraina, har fleiri fólk antin gera seg til reiðar at fara úr býunum ella longu er farin.
Loftrúmið yvir Ukraina er latið aftur, og inntil víðari eru fleiri floghavnir í Russlandi eisini latin aftur.
Russiska flutningsmálaráðið sigur, at tað er til reiðar at flyta allar russar burtur frá útsynningspartinum av landinum – tí partinum, sum liggur tættast við Ukraina.
Serfrøðingur bilsin
So seint sum fyri tveimum døgum síðan, metti danski lektarin á Forsvarsakademiet Peter Viggo Jakobsen, at Russland ikki var á veg í kríggj í samband við, at “friðarvarðveitandi” herdeildir vórðu sendar inn í tey bæði lýðveldini í Eysturukraina, Donetsk og Lugansk.
Men í morgun sigur hann í samrøðu við danska P1 hjá Danmarks Radio, at hann tók feil.
– Hetta líkist meir og meir einum totalum kríggi, har alt Ukraina er undir álopi. Eg helt, at hetta fór at vera eins og 2014, tá Kreml varð innlimað í Russland. Men hetta líkist meira einum totalum kríggi, har Putin nú hevur avgjørt, at stjórnin skal frá, so ein russisk vinaligur stjórnarleiðari kann verða settur inn ístaðin, heldur Peter Viggo Jakobsen, sum sigur seg vera ógviliga bilsnan, at Russland er farið so víða til verka í nátt og í morgun.